Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Útivið hálvthundrað maskinmeistarar eru í starvi hjá SEV, meginparturin á elverkunum.

Maskinmeistararnir fingið nýggjan sáttmála

Tað tók semingsmonnunum, Allani Skaalum og Niels Winther Poulsen, bert eitt gott samdøgur at fáa semju í lag millum Maskinmeistarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Semingsroyndin byrjaði klokkan fýra seinnapartin fríggjadagin og longu klokkan seks leygarkvøldið løgdu semingsmenninir semingsuppskot fyri partarnar, sum teir góðtóku ein tíma seinni.

Hægstu lønirnar hækka ikki

Hægsta lønarhækkingin er 0,85 prosent, hjá teimum, sum hava 20.000 kr. um mánaðin, 1.oktober í fjør og 0,85 prosent 1.oktober í ár.

Maskinmeistarar, sum fáa 50.000 kr. um mánaðin ella meira enn tað, fáa onga lønarhækking. Fíggjarmálaráðið kravdi í heyst, at teir við hægstu løn skuldu niður í løn, og hetta var ein av orsøkunum til, at sáttmálasamráðingarnar slitnaðu fyrst í desember.

Semjan umfatar skipini hjá landinum, almennar og kommunalar stovnar og SEV.

- Hetta er støðið, onnur fakfeløg fáa ikki meira, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, við Kringvarpið.

Aðrar semingsroyndir

Petur Joensen og Petur Zachariassen eru semingsmenn í lønartrætuni millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið øðrumegin og Fakfelagssamstarvið, Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið og Havnar arbeiðskvinnufelag hinumegin.

Ikki er greitt, nær semingsroyndin byrjar. Fyrst fara semingsmenninir at tosa við partarnar um gongdina í samráðingunum higartil og um krøvini.

Kelda: www.sev.fo