
Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 12. mars
Fyri vali til nevndina stóðu John Højsted og Jóan Petur Patursson og teir vórðu báðir afturvaldir.
Í nevndini í Maskinmeistarafelagnum sita
• Páll Hansen, formaður,
• Regin Olsen, næstformaður,
• Jóhan Weihe,
• John Højsted og
• Jóan Petur Patursson.
Til tiltakslimir vóru í valdir
• Hans Ingvard Joensen og
• Petur Skeel Dahl.
Millum onnur mál á skránni var ásetan av limagjaldi og samtykt varð, at lækka limagjaldið hjá virknum limum úr 1,2 % niður í 1,1 %