Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mary J. í Garði skal stýra Skálafjarðarsamstarvinum

Stýrið fyri Skálafjarðarsamstarvið hevur samtykt at seta Mary J. í Garði, búskaparfrøðing og sjúkrarøktarfrøðing, í starvið sum leiðara fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum. Samstarvið telur Runavíkar, Nes – og Sjóvar kommunur, sum við ársskiftið taka yvir eldraøkið frá landinum.

Tíðindaskriv:

Tá ið umsóknarfreistin var úti, vóru íalt 8 umsóknir komnar til starvið, sum leiðari fyri Økistænastuna hjá Skálafjarðarsamstarvinum.

Mary J. í Garði, sum býr í Tórshavn, er útbúgvin Cand.merc. við sergrein í Strategi, organisatión og leiðslu umframt at hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Mary hevur seinastu 20 árini arbeitt við leiðslu, umsiting og fíggjarstýring í almenna geiranum og hevur sera fjøltáttaðar arbeiðsroyndir.

Mary hevur bæði arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur, sjúkrahússtjóri við Sjúkrahúsverk Føroya, fíggjarstjóri í Almanna og Heilsumálaráðnum, umsitingarleiðari í Fiskimálaráðnum, stjóri í Nærverkinum og seinast hevur hon virka sum deildarstjóri í Almannamálaráðnum, har hon m.a. hevur fyrireikað útleggingina av eldraøkinum.

Umframt hetta, hevur Mary J. í Garði verið við til at uppbygt KT-skipanir innan eldraøki, verið við í ymiskum norðurlendskum samstarvi, einsvæl og ábyrgdari í norðurlendskari verkætlan innan eldraøkið.

Mary J. í Garði byrjar í starvinum 1. januar 2015, samstundis sum Skálafjarðarsamstarvið yvirtekur eldraøkið frá landinum.

Økistænastan, sum Mary skal leiða, verður staðsett í Runavíkar kommunu. Økistænastan fær egna fyrisiting, óheft av kommunalu fyrisitingunum.

Økistænastan telur um. 170 starvsfólk, sum arbeiða í 23 bygdum við 5.933 íbúgvum. Økistænastan fevnir m.a. um fyribyrging, fysio- og ergoterapi, heimahjálp, heimasjúkrarøkt, sambýlini Vesturskin á Toftum, Sambylið á Skála, komandi sambýlið á Strondum umframt Eysturoyar Røktar – og Ellisheim.

Leiðarin vísir til stýrið, sum hevur evstu ábyrgd. Í stýrinum sita:

Jóhannus Danielsen, stýrisformaður og borgarstjóri í Nes kommunu. Magnus Rasmussen, næstformaður og borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu. Elin á Torkilsheygg, bygdarráðslimur í Nes kommunu, Jónleyg Hammer, Bárður Kass Nielsen, og Helgi L. Petersen, býráðslimir í Runavíkar kommunu.

- stýrið er sera væl nøkt við at hava fingið ein so royndan leiðara at standa á odda fyri nýggju Økistænastuna og gleðir seg til at yvirtaka eldraøkið saman við nýggja leiðaranum, sigur Jóhannus Danielsen, stýrisformaður.