Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Martin og Uni við kendum tónum

Konsert verður í Spaniastovu við Martin Joensen og Una Arge 27.apríl. Á konsertini spæla teir kend løg og okkurt nýtt lag verður at hoyra eisini.

Konsert í Spaniastovu 27.apríl

Atgongumerki fáast í Leikalund og kunnu bíleggjast á tlf. 457151.

Martin Joensen er sangari/sangskrivari, føddur og uppvaksin i Vestmanna, nú búsitandi í Tórshavn. Skráin fevnir í høvuðsheitum um sjálvskrivaðan tónleik í folk/rock stílinum.

Martin hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í úti við fýrati ár, í fyrsta umfari saman við Vestmonnum, síðani undir egnum navni sum solistur. Millum kendastu løg hansara kunnu nevnast "Morgun", "Ró", "Svarti ravnur" og "Uttan teg".

Uni Arge er sangari/ sangskrivari úr Tórshavn. Hann fer at spæla løg av fløgunum Mitt í sjónum, 2007, og Meldurtíð, 2009.

Síðan seinnu fløguna eru komin stakløgini "Rúm," "Morgindagar" og "Sit nú her."

Uni hevur gjørt tilfar til triðju fløguna, ið kemur um ikki alt ov langa tíð, og eisini hetta tilfarið verður at hoyra í Spaniastovu.

Fleiri av útgivnu sangunum hava verið nógv at hoyrt í útvarpsrásunum, m.a. "Mitt í sjónum, "Býarmynd," "Enn ein dagur fór," "Ganga vit saman" og "Morgunin komin."

Viðfest er mynd av Martin og Una. Um tær ikki eru góðar hava tit vónandi hóskandi myndir.

Vegna Leikar í lund

Jógvan Andrias