Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marni Joensen 40 ára starvsdag

Hátíðarhald var í entreprenørhøllini við Oyggjavegin á middegi í dag í sambandi við, at Marni Joensen hevur 40 ára starvsdag hjá kommununi.

Borgarstjórin greiddi frá, at Marni byrjaði í apríl í 1972 niðri hjá Mortan Mørk, sum var formaður í reinhaldinum. Tá helt reinhaldið til úti í Bakka. Tá var reinhaldið nógv øðrvísi enn í dag.

Í 1975 fór Marni at koyra lastbil hjá asfaltinum. Tann sonevndi Petur hjá Pansarinum var formaður tá. Tá íð tíðini framleiddi kommunan asfaltið uppi í grótbrotinum.

Marni koyrdi lastbilin til 1982 og bleiv so sjakkbeisur hjá Finn í Puntabyrgi og Sjúrði Engskarð, til hann byrjaði hjá Helga Rustin Olsen í august 2010.

Marni hevur seinastu tíðina koyrt L20-maskinuna og er kendur sum avbera fyrikomandi og blídligur maður, sera álítandi og altíð í góðum lag.

Marni fekk blómur og gávur frá kommununi og borgarstjórin og tekniski stjórin hildu røðu til eitt hugnaligt borðhald í høllini.