Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marnar vardi skansan

Í fyrstu FM-kappingini í ½ maraton nakrantíð í Klaksvík, sum var leygardagin 5. mai 2012, hevði 17 ára gamli og sera evnaríki rennarin, Marnar Djurhuus, sett sær fyri at verja sín heimavøll við at vinna kappingina – og tað gjørdi hann eisini! Hjartaliga tillukku!

Marner Djurhuus, sum er av Morskranesi, hevur nú í nøkur ár vant saman við Ítróttafelagnum TREYSTI, her hann veruliga hevur ment seg til ein framúr rennara – ja, ein av Føroya allarbestu.

Sostatt er Klaksvík heimavøllur hansara, og tí hevði Marnar sett sær fyri at vinna. Og hóast hann júst hendan dagin var eitt sindur illa fyri, so vísti hann tann neyðuga viljan og rann frá øllum hinum og kom fyrstur um málstrikuna við tíðini 1 tími, 20 minuttir og 17 sekund.

Hetta var ikki hansara besta tíð, men kortini væl og virðiliga nóg mikið til at vinna føroyameistaraheitið í hálvum maraton, sum kappast verður um í Klaksvík.** Føroyameistari hjá kvinnum gjørdist Rigmor N. Arge úr Tórshavn, sum rennur fyri ítróttafelagið HVIRLAN. Tíðin hjá henni var 1 tími, 35 minuttir og 59 sekund.

Hjartaliga tilllukku, Marnar og Rigmor! Og bestu eydnu víðari á yrkisleiðini!

Úrslitini av FM í hálvum maraton kunnu síggjast inni á heimasíðuni hjá Treysti, www.treysti.fo.** Eftir kappingina segði Guttorm Sørensen, næstformaðu í Treysti, við Kringvarp Føroya, at kappingin var eydnast so væl, at allar orsøkir er til at halda fram við at lata Klaksvík vera vert fyri FM í hálvum maraton framyvir.

Vónandi og væntandi verður hetta soleiðis.

Ein hjartans tøkk til Treysti fyri flotta fyriskipan og bestu eydnu.

Klaksvíkar Býráð

Kelda: www.klaksvik.fo