Markvirði fyri geisling frá sendiútbúnaði
Arbeitt verður nú í kommununi fyri at fáa landsmyndugleikarnar at áseta markvirði fyri geisling frá sendiútbúnaði.
Samskiftisfyritøkurnar Føroya Tele og Vodafone hava seinastu árini arbeitt við at útbyggja fartelefonnetini. Hetta hevur havt við sær at uppsettir eru 60-70 sendarar í suðurstreymi, flestir í Tórshavnar kommunu.
So við og við verður GSM-tøknin avloyst av G3-tøknini, og hetta økir um tørvin á sendarum. 25. august 2011 fekk kommunan umsókn frá Føroya Tele um loyvi at uppseta 10 sendimastrar og bygging av tilhoyrandi tøknihúsum.
Umsitingin hevur ongar ásetingar at halda seg til til viðgerð av tílíkum umsóknum, tá hugsað verður um menniskjanslig og umhvørvislig árin av geisling frá tíklíkum sendiútbúnaði. Landsmyndugleikarnir hava ikki gjørt ásetingar av markvirðum fyri geisling.
Tekniski stjórin, býarverkfrøðingurin og leiðarin fyri heilsu- og umhvørvisdeildini mæla tí til, at nevndin heitir á býráðið um at fáa landsmyndugleikarnar at áseta markvirðir fyri geisling frá sendiútbúnaði.
Heilsu- og umhvørvisevndin samtykti tann 27. september at taka undir við tilmælinum og at beina málið í býráðið. Málið kemur fyri hóskvøldið.