Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marko Polo-gølan: Kravið frá advokatinum

Perlur: Longu síðst í november sendi advokaturin, Jógvan E. Winther Poulsen, eitt risakrav til PF Marco Polo við Nordin Manai. Kravið er slagar 400 túsund krónur. Oyggjatíðindi 8. februar 2006:

Longu beinenvegin ger advokaturin greitt, at Mohammed Ben Amor Manai, eigur peningin til góðar, eftir at hann í longri tíð hevur arbeitt á Marco Polo uttan at fáa løn.

Ben greiðir frá, at hann hevur arbeitt á Marco Polo í tíðarskeiðnum 1. mai 2004 til 31. desember 2004 og frá 1. januar 2005 til 1. november 2005, uttan at hava fingið løn sambært galdandi sáttmála.

- Talan er uppá eitt tíðarskeið uppá tilsamans 18 mánaðir. Hesa tíðina hevur Ben arbeitt sera nógv og í minsta lagi 180 tímar um mánaðið, stendur í kravinum, sum advokaturin hevur sent.

Útgreinað hevur Ben Manai tí arbeitt í 3.240 tímar, og við einari tímaløn uppá kr. 106,-, merkir tað, sigur advokaturin, at Ben eigur 343.440,- til góðar í samband við arbeiði sítt.

- Afturat hesum eigur Ben rætt til frítíðarløn eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.

- Í § 10, stk 1, í hesi lóg er ásett, at arbeiðsgevarin veitir løntakaranum frítíðarløn, ið er 12% av vunnari løn. Í § 10, stk. 2, er ásett, at frítíðarlønin fellur til gjaldingar samstundis við lønini. Í § 16 í somu lóg ásetir, at um frítíðarløn ikki verður goldin rættstundis, skulu gjaldast 1,5% í rentu fyri hvønn byrjaðan mánaða frá gjalddegnum, skrivar advokaturin.

Hann vísir víðari á, at Ben Manai hevur ikki fingið frítíðarløn útgoldna frá Frítíðargrunninum, og at advokaturin tí roknar við, at frítíðarlønin ikki er goldin Frítíðargrunninum í varðveitslu. Hetta merkir, sigur advokaturin, at Men Manai hevur rætt til rentu av frítíðarlønini sambært løgtingslóg um frítíð við løn.** Síðani biður advokaturin, stóran fyri Marco Polo um at gjalda soleiðis:

Høvuðskrav Kr. 343,440,00

Frítíðarløn (12% av lønini) Kr. 41.212,80

Renta Kr. 6.202,00

Innheintingarkostnaður Kr. 8.850,00

Samanlagt er kravið í móti Marco Polo sostatt: Kr. 399.705,32

Síðani greiðir advokaturin frá, hvussu frítíðarlønin til Ben Manai er roknað.

- Eg skal biðja um at fáa hesa upphædd goldna sum skjótast og ikki seinni enn 10 dagar frá dagfestingini av hesum brævi (11.11.2005).

Síðani fær Nordin Manai, at um hann betalir áðrenn hesa freistina, verður innheintingarkostnaðuri n settur niður í helvt, so at kravið, sum tá stendur eftir, er kr. 395.280,32.

Men, sum kunnugt helt freistin ikki. Málið er nú sent rættinum til innheintingar, og Ben Manai, hevur fingið fría prosess - t.v.s., at ríkiskassin betalir møguligar útreiðslur, sum Ben hevur av at krevja peningin inn.

Men onki svar kom, og tí bleiv Marco Polo við Nordin Manai eisini stevndur.

Men fyrst skuldi søkjast um fría rættargongd til Ben Manai. Hetta setti sakførarin hjá Nordin, Bjørn á Heygum, seg hart upp í móti.

Men har var onki at gera. Ben fekk fría rættargongd, og nú koyrir málið.