Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marknagilsdepilin verður bygdur

Kjak hevur tikið seg upp seinastu tíðina, ið sáar iva um lagnuna hjá Marknagilsdeplinum. Serstakliga hugstoytt, at tað serliga hava verið yngstu tinglimir samgongunnar, ið hava loypt hvøkk á fólk, við sera ivasomum útsøgnum um hvørt depilin yvirhøvur skal byggjast.

At seta bygging av Marknagilsdeplinum og útbygging av Fróðskaparsetrinum upp ímóti hvørjum øðrum, sum ein antin-ella íløga, er burtur úr vón og viti. Sjálvandi skulu vit gera bæði. Fyrst og fremst stendur Marknagilsdepilin á skrá, og har eigur landsstýrismaðurin í mentamálaráðharrin nú av álvara at traðka í karakter og vísa ábyrgd. Nú eigur hann at standa stinnur, geva ungdóminum og øllum øðrum trúgv og vón um at hetta stóra og týðandi bygningsverk verður veruleiki. Og hann eigur at standa við givin lyftir til meir enn helmingin av hvørjum miðnámsárgangi í landinum, sum skulu ganga í Marknagilsdeplinum, um at tey fáa ein nýggjan skúla.

Næsta tak verður at byggja Setrið út. Tað er eisini ein spurningur um lív ella deyða fyri hetta samfelagið, men lat okkum fyrst savna okkum um hesa uppgávuna, ið leingi hevur staðið fremst: Nevniliga at skapa miðnámsungdómi okkara góðar og tíðarhóskandi undirvísingarkarmar.

Nú er drálað nóg mikið við Marknagili og vit kunnu ikki á nakran hátt góðtaka meira himpr og fleiri umberingar fyri at útseta. Landsstýrismaðurin skal finna semju við byggiharrarnar NÚ! Og um vit so lenda á nøkrum milliónum í meirkostnaði, so skal byggingin byrja í 2013, óansæð. Uttan himpr finnur samgongan pening til alskins sera ivasamar íløgur í samferðslukervið, tí eigur vilji eisini at sýnast í verki fyri at fáa hesa, kanska mest framtíðartryggjaðu, byggiætlan framda.

Vit tosa um ein depil, sum fer at gera okkum errin og glað. Eitt arkitektoniskt nýbrot, sum eins og Harpan, fer at draga ferðafólk og fakfólk til landið og seta okkum á landkortið. Her vera kveikjandi og mennandi umstøður hjá næmingum og lærararum og ikki minst verður Depilin eitt sterkt signal frá politisku skipanini um at vit virða tey ungu og vilja geva teimum tær allarbestu umstøður fyri at fáa eina góða úbtúgving. Hóast flestu studentar framvegis fara út í heim at lesa (m.a tí skulu vit beinaveg leggja langtíðarætlanir fyri at byggja Setrið út í stigum), so kann hendan fantastiska farvæl-heilsanin vit geva teimum, kanska nettupp merkja munin millum “farvæl-fyri-altíð” og “farvæl-vit-síggjast-aftur” -hugburðin.

Øll vita, at miðnámsskúlarnir í Havn eru so niðurslitnir og ótíðarhóskandi, at tað er ikki talingur um at brúka nógvar milliónir uppá at gera teir í stand ella byggja út. Landsverk hevur saman við byggiharrunum funnið 70 mió í sparingum til Marknagilsdepilin, so enn er byggingin 70mió dýrari enn verklagslógin heimilar. Men sitandi samgonga hevur samtykt at útseta verkætlanina í trý ár og hetta dýrkar byggingina við 39 mió! Sostatt eigur samgongan ábyrgdina fyri 39 av hesum 70 mió, ið verkætlanin, sum nú er, er ov dýr. Og hvør vika, hvør mánaður ið gongur uttan nøkur avgerð verður tikin, kostar dýrt.

Tí er tað ikki meir enn rímiligt, at samgongan finnur tær 39 mió kr eyka á komandi fíggjarlógum og so roynir at fáa Landsverk at finna sparingar fyri tær síðstu 31mió, ið resta í.** Bjørn Kalsøe hevur søguligan møguleika at vísa seg sum tann framskygdi mentamálaráðharrin, ið megnaði at skera ígjøgnum og finna eina loysn, soleiðis at størsta og týdningarmesta byggiverkætlan í søgu okkara verður gjøgnumførd.

Gunvør Balle

tingkvinna