Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marius og Ilona - aftur í landslagið

Flest okkara eru greið yvir hvussu stóran leiklut landslagið spælir í føroysku listasøguni. Okkara fyrstu listafólk málaðu realistiskar og romantiskar myndir av okkara høgt elskaða landslagi nøkulunda samstundis sum illusionistiska landslagsmyndin varð endaliga avtikin við kubismuni í Paris. Síðani hava okkara listafólk við treysti tulkað heimliga landslagið í ekspressivum, romantiskum, impressivum, dekorativum, naivistiskum myndum. Vit hava tikið føroyalistina til okkum og eisini uttanlands hevur upprunakendi reinleikin hugtikið tey listaáhugaðu. Men heldur ikki tey ungu listafólkini sleppa heilt undan at taka støðu ella frástøðu til landslagið, og tá vit umrøða okkara ungu listafólk, leggja vit stóran dent á, at tey ikki brúka landslagið sum myndevni.

Tað gera tey bæði, Marius Olsen og Ilona Raipala, sum sýna fram grafikk og málningar í Steinprenti komandi vikurnar. Framsýningin letur upp fríggjadagin 27. juli klokkan fýra. Marius Olsen, sum er millum okkara fremstu listafólk, møtti Ilonu Raipala, tá hon í sambandi við akademiútbúgving sína, var í starvslæru í Steinprenti í 2009. Tey bæði listafólkini høvdu eina sera væl eydnaða grafikkframsýning í Smiðjuni í Lítluvík fyri tveimum árum síðani, og nýggja framsýningin verður neyvan minni spennandi. Í øllum førum verður hon tøkniliga meira fjølbroytt, av tí at Ilona Raipala hesa ferð eisini sýnir fram málningar umframt prent.

Hennara myndevni eru úr umhvørvinum av húsum og skógi, har føroyskt-finska listaparið býr í Finnlandi. Listafólkini taka bæði støði í landslagnum, men rættiliga stórur munur er millum spontanu, ekspressivu og villu málningarnar hjá henni og so tann meira inntonkta, greinandi grafikkin hjá honum. Á einum av hansara linoleumsprentum hevjar violetta og appilsingula fjallið seg upp úr djúpbláari grund eins og í eini opinbering. Áskoðarin verður helst bilsin av heitinum á myndini, tí heitið avdúkar, at hetta avmyndar gosfjallið Vesuvio, sum í ógvusligum eldgosi ár 79 legði Pompeii í oyði. Gosfjallið er tætt við italska stórbýin Napoli og mett at vera eitt av heimsins vandamiklastu gosfjøllum. Tað kann væl vera, at lagnutunga søgan hjá fjallinum hómast á dramatisku lýsingini, men einfalda fjallaskapið, teknað á sjónarringin, er eisini ein føroysk grundmynd, sum Marius Olsen gevur okkum og sum prógvar, at landslagið enn stendur sterkt í føroyskari samtíðarlist.

Framsýningin í Steinprent á Skálatrøð verður opin um Ólavsøkuna og fram til 15 sept.

Skrivað um listafólkini:

Inger Smærup Sørensen í Livandi list: "Nøkur listafólk eru, og tey eru fá, ið ongantíð gera vánaligar myndir. Nøkur ávís listafólk raka altíð seymin á høvdið og tey fáa teg at grunda um tað fyribrigdið, ið verður kallað listarliga flogvitið. Slíkt listafólk er Marius Olsen. Eg hava ongantíð enn sæð eina vánaliga og heldur onga keðiliga mynd frá hansara hond..."

Kinna Poulsen í ummæli á Listinblog august 2010: "Smiðjan í Lítluvík er í løtuni karmur um eina poetiska perlu av eini grafiskari listaframsýning hjá einum føroyskum-finskum listafólkaparlagið, sum tykist vera farið í listarliga grafiska symbiosu... Tó at myndirnar hjá Mariusi eru so einfaldar sum tær eru, eru tær huglagstungar og løddar av spenningi á ein hátt, ið minnir eitt sindur um myndirnar hjá danska málaranum Vilhelm Hammershøi og um mystisku symbolistisku landsløgini hjá norska Edvardi Munch og finska Akselli Gallen-Kallela. Tú ivast onga løtu í, at hesar myndirnar hava norðurlendskan uppruna við øllum, sum tað inniber av eksistentiellari tyngd og dapurleika. Myndirnar "Máni" og "Linjan" eru millum bestu listaverkini, eg havi sæð yvirhøvur í ár og tey vera bestemt ikki verri av, at tey onkursvegna tykjast skyld Steffani Danielsen…"