Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marius í Smiðjuni

Tá Marius Dam Christophersen hevur fernisering í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin kl. 15, verður hann tann yngsti nakrantíð, ið hevur einstaklingaframsýning í Smiðjuni.

Marius fyllir 11 ár nú sunnudagin 23. november og er tí einans 10 ár, tá framsýningin letur upp. Hetta er so nógv yngri enn nakar annar, ið hevur sýnt fram einsamallur.

Hetta er onnur einstaklingaframsýningin, ið Marius hevur. Hann sýndi í mai 2011 fram í Skúlanum við Løgmannabreyt, eisini hevði hann eitt verk við á framsýningini “Hvat er natúrligt” í Østrøm í 2012.** Marius helt sjálvur í vár, at nú var so langt síðan, at hann hevði havt eina framsýning, og spurdi tí um møguleikan at lána Smiðjuna í Lítluvík. Hetta bar væl til, hóast nakað av bíðtitíð var.

Á framsýningini vera tekningar og málningar, ið Marius hevur gjørt seinastu árini. Her er ein greiður íblástur frá hetjuteknirøðum og filmum, men eisini onnur tema verða tikin fram.

Framsýningin letur upp kl. 15 fríggjadagin 21. november, tá almenn fernisering er. Síðan verður somuleiðis opið leygardag og sunnudag.

Opið er soleiðis:

Fríggjadagin 21. november 15-18 (fernisering)

Leygardagin 22. november kl.11-15

Sunnudagin 23. november kl. 11-16