Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marita Debes Magnussen vart ph.d. á Háskúla Íslands

Dan Klein --- 29.09.2018 - 08:15

Fríggjadagin 21. september vardi Marita Debess Magnussen ph.d.-ritgerð sína við Læknadeild Háskúla Íslands. Ritgerðin er um antibiotika mótstøðuføri í Føroyum og ber heitið: Antimicrobial resistance in Streptococcus pneumoniae, Streptococcus pyogenes and Escherichia coli from the Faroese population, correlation with antimicrobial use and comparison with Iceland and Denmark.

Í metingarnevndini vóru Anders Koch, dr. og serlækni við Statens Serum Institut, København og Valtýr Stefánsson Thors, dr. og serlækni á Barnaspítala Hringsins í Reykjavík. Engilbert Sigurðsson, professari við Læknadeild Háskóla Íslands, stjórnaði verjuni fyrrapartin

Karl G. Kristinsson, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari. Harafturat hava hesi eisini vegleitt: Helga Erlendsdóttir, Pál Weihe, Shahin Gaini, Leif Bæk og Þórólfur Guðnason.

Verjan í dag gekk sera væl við góðum kjaki og rós frá metingarnevndini. Ritgerðin varð lýst sum framúrskarandi og eisini framløgan fekk nógv rós. Metingarnevndin gjørdi vart við, at tað liggur eitt stórt arbeiðið aftanfyri, sum er umráðandi fyri føroyska samfelagið. 

Marita Debess Magnussen hevur verið innskrivað á Háskúla Íslands og arbeitt í Føroyum, fyrst á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og seinni í fyritøkuni Thetis, sum hon eigur og rekur. 

Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargruninum, sí Stuðulsyvirlitið

Enskur samandráttur

The geographic remoteness of the Faroe Islands makes the archipelago an ideal location for research on bacterial carriage, their clonality, and vaccine studies.  However, previous studies are lacking and the limited availability of necessary data has hampered such investigations. The novel data collection and analysis presented in this thesis provides valuable knowledge on the antibacterial resistance in three human bacterial pathogens - group A Streptococcus (GAS), Escherichia coli and pneumococci in the Faroes. The association between antibacterial resistance in E. coli and antibacterial use justifies a re-evaluation of antibacterial policies regarding treatment of urinary tract infections. The pneumococcal carriage rate in children attending day-care centres was low and antibacterial resistance in pneumococci was rare. The prevalence of penicillin non-susceptible pneumococci was low compared to Iceland and Denmark. The established vaccine program in 2008 appears to have reduced incidence of vaccine serotypes in invasive pneumococcal disease, and there is furthermore indication of changes in the prevalence of serotypes in pneumococcal carriage. A statistical model on the evolution of resistance in E. coli facilitates realistic predictions of the future developments in resistance with increased antibiotic sales and provides a valuable tool which can be used by resistance monitoring programs in other communities. Furthermore, by comparing results related to the Faroese population with the neighbouring countries, Iceland and Denmark, the first assessment of the Faroe Islands status with regards to the global multi-resistance threat has been provided.