Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Marin Katrina Frýdal velir sjálv

Tá býráðssamgongan millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin varð skipað fyri árini 2013-2016, var samstarvið grundað á eitt ynski um at fáa góðar varandi semjur um stór mál við grundarlagi í eini so breiðari umboðan av borgarum í Tórshavnar kommunu sum til ber.

Eitt skilagott nevndarbýti var í bestu semju gjørt millum flokkarnar. Við hesum býti fingu allir flokkar umboðan í fíggjarnevndini, sum í mest møguligan mun skuldi og framvegis skal tryggja breiða semju um fíggjar- og íløguætlanir, langtíðaríløguætlanir og onnur strategiskjøl av týdningi. Allir flokkar vóru samdir um, at fíggjarnevndin skuldi virka sum politiskt sambindingarlið millum flokkarnar í samstarvinum.

Eisini Marin Katrina Frýdal skrivaði undir hesa samstarvsavtalu, sum m.a. tryggjar, at borgarstjórin ikki einsamallur kann sita og raðfesta, men at hann sum øll onnur brúkar fíggjarnevndina sum bindingarlið, soleiðis at mál fara frá fíggjarnevndini út í flokkarnar, koma aftur við møguligum broytingum, verða telvd aftur og fram, til ein semja verður gjørd. Hetta hevur roynst so væl, at øll mál vanliga verða einmælt avgreidd, tí allar ósemjur eru loystar undan endaligu viðgerðini.

Nú íløguætlanin fyri 2014 varð samtykt, høvdu allir býráðslimir frammanundan havt møguleika at seta fram broytingaruppskot og gera viðmerkingar, til tess at telva seg fram til eitt fyri allar partar nøktandi úrslit. Hetta er okkara vanliga demokratiska mannagongd, sum allir býráðslimir fylgja. Við ikki at gera brúk av hesum møguleika, og at lata vera við at atkvøða fyri endaliga uppskotinum, hevur ein greitt sett seg uttanfyri avtalaða samstarvið.

Og tað fær nú tær avleiðingar, at vit mugu hava at vita undan næsta býráðsfundinum, um Marin Katrina Frýdal hevur virðing fyri og framhaldandi ynskir at vera partur av breiða samstarvinum, ella ikki. Eg havi tí biðið um skrivliga váttan fyri hesum áðrenn kl 10 í morginárini, so støðan er greið undan býráðsfundinum í morgin.

Heðin Mortensen

borgarstjóri