
Enn eitt nýtt kvinnuligt valevnið fyri Sambandsflokkin
Maria Rubeksen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.
Maria er 51 ár, er fødd og uppvaksin í Havn. Hon er gift við Finn Rubeksen og tey hava 2 synir.
Maria arbeiðir sum leiðsluskrivari á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Innan býráðsarbeiðið er tað serliga sosiala økið, sum Maria vil leggja seg eftir at arbeiða við.