Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maria í Akrabyrgi er russiskur konsul

Føroyar hava fingið nýggjan russiskan heiðurskonsul. Tað er  Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency, sum hevur tikið við konslaheitinum.

Síðan fyrsti russiski konsulin, Árni Dam, fyrrverandi stjóri á Faroe Agency andaðist í í februar í ár, hevur Føroyar ikki havt ein russiskan konsul. 

Føroyar hevur sera nógv samstarv við Russland, ikki minst øll tey russisku skipini, ið vitja. Tí fegnast Maria í Akrabyrgi um, at hon nú kann halda á við  tí arbeiði, ið Faroe Agency hevur røkt í nógv ár, við at umboða og hjálpa russiskum sjófólki og herbúgvandi russum. 

Maria í Akrabyrgi hevur arbeitt við russiskum sjófólki seinastu 30 árini, fyrstu árini á Skipafelagnum, og síðani á Faroe Agency.

Maria er sera errin av valinum, ið hon varð kunnað um, av russiska sendimanninum í Danmark Vladimir Barbin.