Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Um slakar tvær vikur verður árliga manslegan aftur í Nesvík. Tað er Kirkjuliga Heimamissiónin, sum skipar fyri, og í fjør var legan stúgvandi full við áleið 200 monnum úr øllum landinum, yngri sum eldri.

Fyrireikararnir boða frá eini spennandi og fjølbroyttari skrá við fyrilestrum, heitum pottum, boing-bóltum, framførslu frá tónleikabólkinum TOS og serliga góðum mati.

Evnið á mansleguni í ár er ‘Menn í oyðimørkini’, og tað tekur støði í oyðimarkagongdini hjá Ísraels fólki í Gamla Testamenti. Komið verður inn á, at vit á sama hátt sum Ísraels fólk eru bjargaði frá trælahaldi og ganga eisini í eini oyðimørk fram ímóti okkara endaliga máli.

Meira kann lesast um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/1119316074810146/og ein kann melda seg til mansleguna á: http://www.mission.fo/