Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Manntal á Mortansmessu

Tíðliga í november mánaði fer stóra verkætlanin Manntal av bakkastokki kring alt landið. Hetta er eitt sera stórt og samansett átak, ið hevur verið fyrireikað bæði væl og longi. Øll, sum búgva ella eru í Føroyum fríggjadagin 11. november 2011 verða tald.

Spurnarbløð við umleið 60 spurningum fara út til øll húski í Føroyum stutt áðrenn 11. november. Allir spurningar skulu lýsa viðurskifti, sum ikki kunnu fáast til vega aðrar vegir. Spurningarnir snúgva seg um trinni viðurskifti: um húskið, um býlið og um einstaklingin.

Spurningarnir um húskini skulu vísa, hvussu tey eru sett saman, hvør býr saman í einum húski og eitt sindur um, hvussu húskið livir.

Spurningarnir um býlið skulu vísa, hvussu vit búgva. Eiga vit ella leiga vit. Hvussu nógv pláss hevur hvør persónur í meðal. Hvørjar hentleikar hava býlini.

Triðji parturin er um einstaklingini. Tað er tann størsti partur - næstan 50 spurningar. Teir snúgva seg eitt nú um familjuviðurskifti, arbeiðsstøðu, útbúgving, heilsu og átrúnað. Sjálvboðið er at svara spurningunum um átrúnað.

Eitt eyðkenni við spurningunum er, at fólk eiga at kunna svara beinanvegin uttan at neyðugt er at fara at leita eftir upplýsingum. Spurt verður ikki nær og spurt verður heldur ikki um meiningar ella ætlanir. Spurt verður bara um viðurskifti, sum øll eiga at kunna svara upp á standandi fót. Nakrar dagar eftir, at húskini hava fingið spurnablaðið sendandi, kemur ein teljari eftir spurnablaðnum. Tá ber eisini til at fáa hjálp at fylla spurnablaðið út.

Ein teljistova verður í Sundalagnum, har innkomna tilfarið verður skrásett í telduskipanini. Øll vitan, sum fæst á manntalinum, verður viðgjørd í størsta trúnaði. Allar upplýsingar verða innanfyri veggirnar á Hagstovu Føroya, ið hevur ábyrgdina av verkætlanini, og kunnu ikki latast øðrum myndugleikum ella stovnum, sum annað enn hagtøl.

Hagstovan má ikki lata upplýsingar ella tøl, har tann einstaki borgarin kann kenna seg ella onkran annan aftur. Heldur ikki húskini ella býlini mugu kunna kennast aftur í hagtølunum. Alt tilfarið verður goymt undir tryggum eftirliti. Alt arbeiðið við spurnabløðum verður gjørt eftir serligari lóg um fólkateljing, sum løgtingið hevur samtykt.

Kelda: Sunda kommuna