Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mannskórið Stefnir, kemur á vitjar í Føroyum 7.-10. juni

Manskórið Stefnir, Mosfellsbæ.

 Manskórið Stefnir var sett á stovn tann 15. januar 1940 og framførdi fyri fyrstu ferð, 3 vikur seinni, í Brúarlandi í Mosfellssveit. Kórið taldi í byrjanini 20 limir, men er í dag tvífaldað til 40 virknar sanglimir. Manskórið Stefnir fekk heiðurseitið: bæjarlistamaður Mosfellsbæjar í árinum 2000, sum eru mentanar-virðisløn, útlutað av Mosfellsbæ.

Kórið hevur útgivið tvær fløgur og hildið fleiri konsertir bæði í Ìslandi og uttanlands.

M.a. fór kórið á tónleikaferð til Eysturríki og Ungarn, har teir framførdu Sálumessu, eftir Frans Liszt í føðistaði hansara Budapest og somleiðis Wien. Á sumri ár 2002 ferðaðist Stefnir til Langollen í Wales, har kórið luttók í árligari kóstevnu. Síðstu ferð kórið fór uttanlanda var í 2007, har teir ferðaðust til Helsinki í Finnlandi og St. Petursborg í Russlandi, har teir luttóku í norðurlanda tónleikafestivali. Kórið hevur somuleiðis verið í Kanada, Danmark og Norra, og ætla nú at vitja frændur sínar í Føroyum.

Komið verður til Føroya hósdagin 6.juni og heimaftur 10. juni. Við í túrinum verður hin væl kendi Jógvan Hansen, sum flestallir føroyingar kenna og somuleiðis Kristín R Sigurðardóttir, sopran. Fríggjadagin 7. juni ætla teir at ferðast runt um oyggjarnar og møguliga framføra nakrar sangir.

Konsertir verða so hildnar fyri øllum í Vesturkirkjuni í Tórshavn, leygardagin 8. juni kl. 17:00. Skráin er sera fjølbroytt og skemtiligur blandingur av popp-, musikal-, og operusangum av bæði íslendskum og útlendskum høvundum, sum verður undir stjórn Julian M. Hewlett við klaverundirspæli Guðríðar Steinunnar Sigurðardóttur.