Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aksel V. Johannesen

Manningafeløg standa saman um krav

Eftir: Ingolf S. Olsen:

Fiskiloyvi skulu bert kunna latast einum skipi við tí greiðu treyt, at sáttmáli millum reiðarar og føroysku manningarfeløgini er galdandi umborð. Tað vilja manningarfeløgini hava politisku skipanina at syrgja fyri. Niðanfyri er teksturin í skrivinum endurgivin. Skrivið, sum varð latið landsstýri og Løgtingi 3. februar, er skrivað undir av formonnunum í manningafeløgunum, Jan Højgaard, Føroya Fiskimannafelag, Eyðstein Djurhuus, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, og Páll Hansen, Maskinmeistarafelagið.

Áheitan á politisku skipanina

Manningarfeløgini vilja við hesum heita á landsstýri og Løgting at tryggja, at øll manning á føroyskum fiskiskipum verður lønt eftir sáttmálum millum reiðarar og føroysku manningarfeløgini.

Best gongda leiðin at røkka hesum málinum beinanvegin er, at tað verður sett sum treyt í fiskiloyvinum. Soleiðis at skilja, at fiskiloyvi bert kunnu latast fiskifari við tí greiðu treyt, at viðkomandi far bert kann mannast við fólki, ið er lønt og eisini í aðrar mátar fevnt av sáttmálunum millum reiðarar og manningarfeløgini. Í øðrum lagi er tað okkara ynski, at tað sum skjótast kemur at standa í sjálvari fiskivinnulóggávuni, at øll skip, ið fiska føroyskt tilfeingi í heimasjógvi og í fremmandum høvum, har vit eiga fiskirættindi, bara kunnu mannast við fólki, sum verða sett og lønt eftir føroyskum manningarsáttmálum.

Kelda: www.fiskimannafelag.fo