Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Danska sendinevndin við umboðum frá Grønlandi og Føroyum í Genéve. Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboðaði Landsstýrið í Genévé.

Mannarættindastovnur millum tilmælini

Føroyar eiga at umhugsa at seta ein mannarættindastovn á stovn, sum skal taka sær øllum mannarættindaspurningum í Føroyum. Tað er eitt av tilmælunum hjá ST, nú Føroyar hava verið til til hoyring hjá ST í sambandi við sáttmálan um at basa rasumismuni.

ST-nevndin mælir eisini millum annað til, at hóskandi lóggáva, ið bannar rasumismuni, verður sett í gildi. Eisini er neyðugt at menna skipanir, sum kunnu fáa til vega upplýsingar um rasumismun í Føroyum.

Niðurstøðurnar hjá ST kunnu lesast her: http://www.lms.fo/media/6438/cerd-concluding-observations.pdf

Føroyar lótu serstakt ískoyti til donsku frágreiðingina um ST sáttmálan at basa rasismu í 2013. Hoyringin um frágreiðingina var í Genéve 6. og 7. Mai í ár, har Føroyar luttóku saman við Danmark og Grønlandi.

Føroyar hava verið fevndar av sáttmálanum “Convention on the Elimination of All Forms of Racial Discrimination” síðani 1972. Sáttmálin hevur yvirskipað til endamáls at tryggja at øll eru jøvn fyri lógini og hava somu atgongd til grundleggjandi mannarættindi, uttan mun til rasu, húðarlit, tjóðskapar- ella samfelagsuppruna.

Næsta frágreiðing skal latast ST í seinasta lagi 8. januar 2019.

Mynd: Danska sendinevndin við umboðum frá Grønlandi og Føroyum í Genéve. Margretha Nónklett, Uttanríkistænastan á Løgmansskrivstovuni, umboðaði Landsstýrið í Genévé.