Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MANNALÍV VERÐA SETT Í VÁÐA

Innkomuvegurin til Havnar hevur lítla vælvild í Løgtinginum. Henda vantandi virðingin hevur longu havt vanlukkuligar avleiðingar við sær. Landsvegurin til Havnar hevur nógva og tunga ferðslu og hevur kravt lutfalsliga flest mannalív á føroysku landsvegunum. 

Men hóast ferðslutrýstið er størst til og úr Havnini, og hóast lutfalsliga fleiri ferðsluvanlukkur hava verið á vegastrekkinum til Havnar enn aðrastaðni í landinum, so vil Løgtingið ikki taka ábyrgd og seta pening av til nýggja innkomuvegin.

Eg øtist avleiðingarnar av hesum ábyrgdarloysi. Tí meðan Eysturoyartunnilin nærkast hvønn dag, og økt ferðslutrýst og ferðsluruðuleiki soleiðis eisini nærkast, verður einki veruliga gjørt frá landsmyndugleikunum til tess at fyribyrgja, at mannalív verða sett í váða. 

Tøl hjá Landsverki vísa, at 5% av teimum, sum hava latið lív í ferðsluni í Føroyum síðani 1986, eru deyð á landsvegnum frá Sandvíkahjalla til Eystara ringveg. Í tíðarskeiðinum 2014-16 eru hend 6 ferðsluóhapp við fólkaskaða á hesum vegastrekki.

Vit mugu altíð seta trygdina hjá borgarunum fremst, so at vit koma syrgiligu vanlukkunum á okkara landsvegum til lívs. Tí er tað gott, at tunlar verða raðfestir kring landið til tess at betra um ferðslutrygdina. Men um eingin neyðug eykajáttan verður sett av til innkomuvegin til Havnar, har lutfalsligu flestu ferðsluvanlukkur og óhapp henda, so er spurningurin, um eg ikki sjálv skal taka sæti á tingi og leggja eina eykajáttan fram.

Vit kunnu ikki bíða til 2023. Eg má spyrja, um Løgtingið skilir álvaran í hesum máli? Tí innkomuvegurin er ikki nevndur við einum orði í játtanarkørmunum. Ikki eitt orð um verkætlanina, sum bleiv samtykt heilt aftur í 1987.

Tey óhapp, sum eru hend, og tær vanlukkur, sum longu eru hendar, hava í hvørjum einstøkum føri ávirkað mannalagnur. Fólk eru komin álvarsliga til skaða bæði likamliga og sálarliga, og uppaftur onnur hava mist síni kæru. Aftanfyri nevndu tøl eru menniskju, og eg má bara staðfesta, at hesi tøl helst kundu verið lægri, stóð landið við avtaluna frá 1987 um at gera innkomuvegin til Havnar.

Støðan er í dag longu farin út av lagi. Tí kann Løgtingið ikki sita hendur í favn. Innkomuvegurin skal gerast nú. Men veruleikin er, at játtanarkarmurin sær púrastani burtur frá eini verkætlan – atkomuvegir til tunlarnar – sum er mett at kosta 250 mió. kr.

Á føroysku landsvegunum eru hend í miðal 0,61 ferðsluóhapp fyri hvønn kilometur av vegi. Fyri Streymoynna sum heild er talið 0,85 ferðsluóhapp fyri kilometurin. Fyri vegin kring Hvítanes og Sund er talið oman fyri 3 óhapp fyri kilometurin. Hetta er hægsta talið í landinum.

Sjálvsagt unna vit øllum eina betri farleið og tryggari umstøður í ferðsluni. Men vit hava longu trupulleikan inni á okkum, har fólk doyggja og koma álvarsliga til skaða í ferðsluni.

Innkomuvegurin fer ikki at loysa allan trupulleikan, men hann fer at bøta munandi um og vónandi steðga gongdini, sum hevur verið.

Annika Olsen
borgarstjóri