Mannagongdin hjá Restaurant Toscana er brot á marknaðarføringslógina
Brúkaraumboðið hevur móttikið fleiri áheitanir viðvíkjandi Restaurant Toscana, ið skrivar út gávukort við eini freist fyri nýtslu uppá 3 mánaðir. Í hesum sambandi hevur Brúkaraumboðið vent sær til Restaurant Toscana við kunning um metingina hjá Brúkaraumboðnum av hesi mannagongd smb. § 1 í marknaðarføringslógini um góðan marknaðarføringssið.
Høvuðsreglan í MFL § 1 er eitt rættarligt aðalkrav, sum gevur rættareftirlitsmyndugleikunum – Føroya Rætti og Brúkaraumboðnum – ein møguleika støðugt at virka fyri og tillaga rættarstøðuna, so hon svarar til galdandi samfelagsuppfatan av, hvat vinnurekandi kunnu gera, tá ið atlit eru tikin til tey trý brúkaraverjuáhugaðu: Brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.
Sambært lóg nr. 274 af 22. desember 1908 om forældelse af visse fordringer er fyrningarfreistin fyri gávukort sum útgangsstøðið 5 ár, uttan so at annað er greitt avtalað. Um so er at ein onnur freist er avtalað, so skal freistin ikki verða órímiliga stutt. Eingin føst regla er fyri, hvussu stutt freistin kann vera. Sum heild skal longdin av freistini verða rímulig í tí aktuellu støðuni.
Sambært tí sum er nevnt omanfyri, er Brúkaraumboðið av tí fatan, at ein avtalað freist uppá minni enn eitt ár til at brúka eitt gávukort er í stríð við MFL § 1 um góðan marknaðarføringssið. At freistin er fastløgd til eitt ár, er ásett við atliti til avvarðandi partar. Tað er í hesum sambandi av týdningi, at tann vinnurekandi skal hava møguleika fyri at avtala eina styttri freist enn 5 ár til at brúka eitt gávukort við tí sjónarmiðið, at 5 ár er long tíð fyri tann vinnurekandi at verða bundin at einum gávukorti. Við atliti til brúkaraáhugan er tað av týdningi, at freistin skal verða av eini slíkari longd, at ein vanligur miðalbrúkari hevur ein veruligan og rímiligan møguleika, uttan stórvegis stríð, at nýta gávukortið, áðrenn freistin er runnin. Ein eitt ára freist verður roknað at vera ein rímilig javnvág millum brúkaran og tann vinnurekandi.
Mannagongdin brúkt av Restaurant Toscana er sostatt eftir fatanini hjá Brúkaraumboðnum brot á § 1 í marknaðarføringslógini um góðan marknaðarføringssið. Restaurant Toscana hevur hóast hetta noktað fyri at broytta mannagongd, og Brúkaraumboðið skal tí hervið gera brúkaran varugan við, at útvegan av gávukorti frá Restaurant Toscana kann vegna stuttu freistina hava við sær trupulleikar i sambandi við nýtsluna.