Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mann kann keypa gull ov dýrt

Samfelagsliga nýtsluvirði av Skálafjarðartunnlinum sigst - eftir tunnilsfjeppara útsøgn– at vera 2,5 mia. kr.

Samstundis sigur Jørn Astrup fyrrv. bankastjóri, at CIP kann hála 100 mill. kr. úr føroyska fólkinum hvørt ár. Hetta svarar til kr. 2000 pr. føroying – stór sum smá – hvørt ár.

Meðan Berlingarin slær fast, at Skálafjarðartunnilin eftir CIP-projekti fer at kosta føroysku bilistunum minst fýra mia. í bummpengum.

So eru vit tað klókari.

Fyri okkum, ið skjótt bert hava Himmalvegin eftir – er dugnaloysi í tunnilsmálinum til at liva (og doyggja) við. Men stakkals børn, ommu og abba børn, ið skulu leggja rygg til kostnaðin av ørvitisprojektunum bæði sum er og komandi – kemur skil ikki aftur í, so vit fáa eitt fólkastýri av fólkinum fyri fólkið.

Sum er, sær tað ljótt út.

Gott at Himmalvegurin er har og ikki skal projekterast og byggjast av CIP, Kára, Kaj og teirra viðhaldsfólkum, tí so hevði skaðin gjørst fullkomin.

Dagfinnur Danbjørg