Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Manipulasjón í Kringvarpi Føroya

Mikumorgunin kom Brimil á Havnina við teimum skipbrotnu frá pólska seglbátinum Rzeszowiak. Ein av manningin hevði latið lív, og sum vanligt er, verður Brandstøðin boðsend, at koyra mors ( lík) á Landsjúkrahúsið. Hetta hendi beinanvegin, Brimil kom á Havnina.

Hini av pólsku manningini vórðu verandi umborð á Brimli, har tey fingu alla ta hjálp og umsorgan, til ber at geva í tílíkum føri. Men her trakkaði ongin skipað tilbúgving til, og tí kom fyrispurningur frá løgregluni til okkara, hvør tók sær av teimum skipbrotnu.

Sum vakthavandi átaks/varaleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, kom fyrispurningurin til mín, eg tosaði við mín stjóra um hetta og vóru vit samdir um at tosa við borgarstjóran og var tað leyst og liðugt, so at siga beinanvegin. Kommunan hevur skyldu at taka sær av fólki í neyð, og tað er ein vánaligur kommunalpolitikkari, sum ikki kennir sínar skyldur í tílíkum føri.

Her kann eg skoyta uppá, at eg havi veri við til slíkt fleiri ferðir fyrr, og er tað ymiskt hvussu kommunir hava tikið í móti slíkum gestum!

Annars haldið eg at tað burdi verði ein Landstilbúgving, sum tók sær av, júst slíkum støðum!!!

Borgarstjórin viðgjørdi málið við sína umsiting og avrátt varð, at kommunan tók sær av hesum fólkum, sum síðan vórðu hýst, meðan Brandstøðin hevur tikið sær av tí praktiska við flutningi og hjálp í sambandi við seglskipið o.a.

Kringvarpið var á staðnum av sínum eintingum. Og Kringvarpið kundi havt sagt søguna um tilbúgvingina, sum ikki trakkaði til. Kringvarpið gjørdi enntá samrøðu við borgarstjóran, men valdi ikki at senda hana.

Ístaðin spann Kringvarpið ein avbera vamlisligan tráð burturúr hesi søguni. Kringvarpið klipti myndirnar av hesi hendingini saman við upptøkunum, tá líkið varð borið í land – tvær hendingar, ið fóru fram við longum tíðarbili ímillum.

Harnæst greiðir Kringvarpið frá, at borgarstjórin bað um myndatøku á staðnum. Hetta er beinleiðis ósatt. Skiparin ella onkur av manningini á Brimli bað um at fáa eina felags mynd, tá tey komu í land, til minnis um hendingina. Haldið onki forgjørt í tí. Unga gentan, sum misti pápa sín, bað um at sleppa undan at verða avmyndað. Fjølmiðlafólk annars á staðnum gjørdu bara sína skyldu.

Kringvarp Føroya átti at vera meira at sær komið. Tað sæst á øllum viðmerkingum á almennu kjakmiðlunum í dag, at herferðin hjá sjónvarpsmenningini móti borgarstjóranum enn einaferð hepnaðist – men hon skal ikki sleppa at standa óátalað. Tí hetta var rein manipulasjón og ósannindi.

Skot og prik kunnu góðtakast á facebook, men ikki í einum almennum miðli sum Degi og viku!

Hans Dávid Hansen