Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mangt umbroytist á Argjum

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs:

Tað verður enn ein stór broyting fyri Argir, at fleiri farleiðir verða um Sandá. Broytingin ber boð um lív og menning, og tá saman um kemur, so er tað tað, sum vit øll ynskja okkum

Fyrr stóð jólatræið úti á Argjum. Í nógv ár stóð tað í skúlagarðinum og seinni á plássinum við Argja kirkju.

Nú stendur tað væl her við Sandá og gamla prýðiliga Spinnaríið. At jólatræið stendur her við farleiðina millum Argir og býin ber boð um, at miðdepilin á Argjum flytir seg við býarmenningini.

Útiløgufressarnir á Argjahamri tosa um gomlu bygdina “niðri á Argjum”, tó at “uppi á Borg” liggur í millum. Soleiðis umbroytist so mangt á mansins ævi. Býarmenningin á Argjum tók rættiliga dik á seg í sjeytiárunum her á Múllerstrøð, seinni inni í Vika og uppi á Hamrinum, og hevur broytt bygdina.

Skúlin er ikki longur í bygdini, men uppi á Argjahamri. Dagstovnarnir liggja allir í nýggju búsetingunum. Fótbóltsvøllurin og nógva virksemið har liggur innast í Dalinum longst frá gomlu bygdini. Og eisini trúarsamkomurnar flyta ella eru fluttar úr gomlu Argjum.

Argjaboði er Argjaboði og Sandá er Sandá

Okkurt er kortini, sum ikki broytist. Argjaboði er enn Argjaboði. Argjaskerið liggur enn sum verja fyri Støðni og ríka bátalívinum har. Eisini kappróðrinum, sum argjafólk hava sett sín dám á í mong ár. Tað var ikki av ongum, at argjamenn fyrr vórðu róptir hvessingar, tí teir vóru bæði skjótir og kimiligir við ár og báti.

Og enn rennur Sandá sum mark millum bygdina og býin, millum argjafólk og havnarfólk. Henda prúða Sandá, tíðum stór og brúsandi, tíðum still og tølandi, markar og skapar karmin fyri tí serstaka samleika, sum altíð hevur verið og framvegis verður á Argjum. Tað er eitt ríkidømi fyri Havnarbý.

Allar dagar hevur á Argjum verið stórur tørvur á at sleppa um Sandá – at byggja brúgv millum eystara og vestara áarbakka. Soleiðis var eisini hjá niðursetumanninum Andrassi Mortanssoni, tí hann ferðaðist nógv til arbeiðis kring landið.

Í góðum líkindum kundi farast um ánna eftir løgarsteinunum stutt niðan frá fossinum í Sandágerði, men ikki slapst um Sandá, tá nógv vatn var í henni eftir áarføri.

Fyrsta brúgvin

Andrassi leiddist við at verða skjútsaður til Havnar, og vendi sær tí til amtmannin um at fáa hjálp at gera eina brúgv, men hann fekk tvørt nei. Andrass fór kortini undir brúnna og valdi at gera hana her, sum áin klovnaði um hólmarnar, tí her hevði hon minst megi.

Fyrsta brúgvin um Sandá stóð liðug í 1835, og Andrass beyð amtmanninum at vera fyrstur at ganga um hana. Tá kom hann so smoykin við 10 ríkisdálum. Brúgvin hjá Andrassi var tann trygga farleiðin millum Argir og Havnina í næstan 100 ár, og hon var eisini kirkjubøfólki og velbastaðfólki góð.

Jákup í Mattalág og aðrir laðaðu nýggja brúgv seinast í 1920unum. Hon varð sett eitt sindur niðari, og tá tann núverandi brúgvin varð stoypt seinast í 1960unum, var hon um somu leið.

Argjabrýrnar hava verið ógvuliga týðandi fyri argjafólk, tí tær hava verið tann trygga atgongdin til umheimin. Tað hava tit eisini virt við at varðveita týðandi partar av teimum avløgdu brúnum. ** Upprunabrúgvin er sett aftur í gamlan stand. Hon er í dag aftur ein góð gongubrúgv um Sandá, og stabbarnir frá aðru brúnni eru framvegis til skjals omanfyri núverandi brúgv, ið framvegis fer at verða nýtt.

Fjórða brúgvin ein stór broyting

Tíðin og menningin báðumegin Sandá krevja, at gjørd verður nýggj og størri brúgv at tryggja liðiliga ferðslu millum búsetingina á Argjum og Havnina. Arbeiðið fer í gongd fyrsta dagin.

Nýggja brúgvin verður ikki her niðri við sjóvarmálan, men longur inni í Dalinum, har býarmenningin hevur slóðað fyri nýggjari farleið millum Argir og Havnina.

Tað verður enn ein stór broyting fyri Argir, at fleiri farleiðir verða um ánna. Broytingin ber boð um lív og menning, og tá saman um kemur, so er tað tað, sum vit øll ynskja okkum.

Við góðum rætti kanst tú spyrja, hvar miðdepilin á Argjum verður í framtíðini? Tað er ikki gott at vita, tí tað fer gongdin at avgera. Men jólatræið her við Sandá er í øllum førum miðdepil fyri hesi løtu sum fráboðan um, at nú nærkast jólum og gleðihátíðini eisini á Argjum.

Jólini byggja eina brúgv um myrkur og ljós, har gleðiboðskapur og barnakæti binda saman ættarliðini og skapa tann serliga jólahugnan. Við hesum orðum verður jólatræið á Argjum tendrað.

Gleðilig jól.