Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Manchester City venur í Sólorku

Dan Klein --- 09.04.2018 - 09:11

Ein av heimsins sterkastu fótboltsfyritøkum hevur valt føroyska felagið til at skipa fyri sponskum venjingarlegum fyri ungdómar í teirra college. Hesa vikuna eru so teir fyrstu 31 ungu menninir og tríggir leiðarar á legu í Albir, og í næstu viku koma 22 gentur saman við trimum leiðarum úr Onglandi. 

Undir vitjanini venja tey ungu saman við sponskum venjarum, eins og tey eisini spæla dystir móti sponskum liðum. Harafturat eru ymsar stuttligar uppgávur og upplivingar á skránni. Sólorka veitir allar tænasturnar – líka frá flúgving, gisting og bussum til fótbólsvallir, venjarar, mótstøðulið, dómarar o.m.a. 

Umvegis dótturfelag sítt, Premier Sports Holidays, samstarvar Sólorka frammanundan við fleiri ensk fótbóltsfeløg og skúlar, teirra millum skúlar hjá Church of England. Stjórin í Sólorku fegnast um nýggju gestirnar:

- Manchester City er eitt sera spennandi felag. Talan er um eina ta best skipaðu fótbóltsfyritøkuna í verðini og púra vist tað felagið, sum hevur bestu venjingarumstøðurnar heima í Onglandi. So hetta at hýsa teirra skúlaungdómi er ein áhugaverd avbjóðing, sigur Tróndur Djurhuus.