Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Man merkt die absicht und wird verstimmt

At lata fólk- mest sum – einsamøll uttan fyrireikaðar og dýbdiborandi spurningar, fáa loyvi til at mála eina mynd av sær sjálvum, soleiðis sum tey halda og vilja, at hon skal taka seg út millum manna, er alt annað enn í tráð við kritiskan journalistik, og eigur ikki at vera góðtikið - hvørki so ella so. Tí um vangamyndin ikki kann framkalla eina mynd, sum er so verulig og so nær, sum komast kann at vangamyndapersóninum, so er at taka vangamyndina av skránni ella koyra hana undir skemt, tí villleiðingar og sjálvgjørdar myndir eru ikki verdar at servera fyri Føroya fólki í bestu senditíð.

Men mann merkir endamálið og gerst ólukkuligur og nærmast fyri ongum.

Longu sum óvitar hoyrdu vit frásagnir um nazibøðlar í týningarlegunum har milliónir ósek lótu lív. Menn, konur og børn vórðu gassaði, skotin ella pínd til deyðis. Vit hoyrdu eisini um børn, sum vórðu hildin í beinunum , meðan høvd teirra vórðu brest móti vegginum. Tað var ræðuligt, men tað sum enn stendur sum ein óloyst gáta - meira enn seksti ár aftaná -, tað var og er, tá fortalt varð, at nazibøðlarnir, ið búðu uttanfyri legurnar saman við teirra fam., fóru – tá teir høvdu frí - úr týningarlegunum og heim, har teir livdu eitt vanligt lív og spældu við teirra egnu børn og løgdu tey at sova eftir at hava lisið kvøldbøn við teimum. Tí hvør kann skilja tílíkt? Er og var hetta galskapur, klovningur ella fanansskapur í hægsta potensi settur í system? Vanligt vit og skil má melda pass. Mann hetta vera nakað av tí, ið Bob Dylan meinar við og hugsar um, tá hann syngur: Somtimes Satan comes as a man of peace.

”Gott mit Unz!” stóð m.a. á skotvápnunum og hjálmunum. Mann nakar trúgva, at so var? Átti ikki heldur at staðið Belsebub ella Hin Grábeinti er við í okkara parti? Makabur sjónleikur við følskum signalum fyri at villleiða fjøldina. Og tað eydnaðist.

Og hvussu hevði ein av hesum bøðlunum tikið seg út á vangamyndini, um hann slapp at tekna srg sjálvan eftir egnum tykki? Eg spyrji bara.

At stuðla tílíkum fanansskapi - sum áðurnevnda - við direktari luttøku, - ella við m.a. bakgrundspropaganda - eru líka forbannað fyri tey raktu, og tí verður eisini sagt, at: Hæleren og stjæleren får begge lige løn. Brotsverkið verður takserað eins fyri báðar partar.

Tað átti annars bæði at verið ein sjálvfylgja og ein kristin skylda, at vit ongantíð kunnu loyva okkum at vera við ella at stuðla, at fólk verða dripin, meinslað, pínd, líða hungur, og at børn í túsundtali gerast foreldraleys og heimleys. Undantøk finnast – sum við IS – men tey eru fá.

Og Guð ske lov fyri tað.

Harafturímóti eiga vit at stríðast fyri frælsi og friði, javna og brøðralagi

Við bestu ynskjum um blíðan byr og góða eydnu fyri okkara land og fólk.

Dagfinnur Danbjørg.