Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mamonisturin Jákup Mikkelsen og tey fátøku

Jákup verður í in.fo endurgivin fyri at hava sagt m.a. niðanfyristandandi almenn hjálp er við til at halda fólk føstum í teirra trupulleikum.  

Talan er um fólk í svarum trupulleikum tað almenna veitir hesum fólkum eina hjálp, sum ger, at tey kunnu halda fram í teimum trupulleikum, tey eru í.

Eg sakni eitt kjak um, hvussu fólk brúka pengarnar, tey fáa.

Tey fáa kanska 18.000 - 20.000 krónur um mánaðin, tá ið skatturin er goldin, men kortini hava tey stórar trupulleikar. Eg haldi, at vit tosa ov lítið um, hvussu pengarnir verða brúktir.

Kjarnin er, at landið, við at stuðla teimum fátøku, heldur teimum í teirra trupulleikum.  

(Frammanfyristandandi er frá in.fo)

Hetta er logikkur fyri mammonistar. Teir vilja altíð og til allar tíðir hava alt. Og fyri at fjala útyvir teirra lyndi, so pynta teir seg við orðum og vendingum, sum kunnu tulkast, sum um teir vilja øðrum væl, og soleiðis eisini í hesum førinum: Tað hevur ógvuliga stóran týdning, at hesi fólkini fáa eina veruliga hjálp, so at tey sleppa burtur úr sínum trupulleikum.  

Eg haldi, at vit tosa ov lítið um, hvussu pengarnir verða brúktir, og hvussu kunnu vit hjálpa teimum burtur úr trupulleikunum, heldur Jákup Mikkelsen

Hann sigur sostatt,at meiningin er góð nokk. Vit skulu stýra teirra peninganýtslu og so hokus pokus eru allir trupulleikarnir farnir undir heilt. Vit vita og kunnu lesa okkum til, at tá kamuflagan er skravað av, so er tað einasta veruliga, sum mammonisturin Jákup vil , tað er at vera við til politiskt at skerja hjálpina til tey fátøku, soleiðis at hannog hansara kunnu fáa meira. Fólkafloksfólk hava misskilt, tað ofta siteraða: at tey, ið hava, skulu fáa,so tey hava í yvirflóð, meðan tey , ið onki hava, skulu missa tað lítla, sum tey hóast alt hava.

Sitatið kundi við góðum rætti verðið sett yvir fólkaflokkin og alt floksins virki. Mammonisma er teirra alfa og omega.  

Vit onnur mugu skræða skinnini av úlvunum, so vit kunnu bjarga so mongum lombum sum møguligt. Í so máta er meira enn nokk at gera.

Dagfinnur Danbjørg.