Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mammondyrkarar stýra lítla landinum í tí stóra havinum

Í lítla Gudsgivna landinum livdu mong upprunaliga við ymiskum áskoðanum um religiøsar og politiskar spurningar, men hugsjónarliga breiddin var rímiliga smøl, so gjáirnar millum fólkabólkarnir vóru smáar og grunnar.

Við tíðini komu ymiskar hugsjónir inn yvir landið t.d. høgraradikalar og mammonistiskar - politiskar og religiøsar - sum við tíðini flutu saman –og stýrdu landinum saman við øðrum, ið luktaðu feitan fong í einum tøttum samstarvi við tey høgrapolitisku og høgrareligiøsu. Tey smáu hava meginpartin av tíðini staðið uttanfyri og goldið prísin, so sum tey eisini gera tað dagin i dag.

Tey religiøsu (ikki at forveksla við kristni) og tey høgraradikalu ýtaðu av eftir størst møguligum persónligum vinningi fyri tey sjálvi, teirra nærmastu og annars viðhaldsfólk, og síðani vóru línir, trol og annars allur peningafiskireiðskapur nýttur uttan fyrilit. Stóran og skjótan vinning var málið. Og felagssangurin ljómaði: Vertin á hvat annar fær, e g skal nøra mær. Stevið gekk einans umaftur og umaftur til høgru. Eingin reel hugsjón, einans fúl peningagirnd.

Mammonistarnir tillagaðu og tillaga bíbliuna m.a soleiðis, at teirra næstakærleiksleysa lív varð og er ein sjálvfylgja, tí tey hildu og halda fast við, at gerningar - sæð í religiøsum høpi - onki hava upp á seg, so tey hava strikað m.a. at elska næstan sum sjálvan seg, og at trúgv uttan gerningar er eins deyð og eitt likam uttan anda. Mammon er bæði hægst og best. Háleíhan. Ei undur í, at tey dyrka Mammon sum guð og draga ósek við í fallið.

Og børn míni elskið hvørt annað – hevur verið teimum ein ókendur býur í Ruslandi.

Hesu peningagrísku hava gjøgnum árini gjørt alt tað, ið hevur staðið í teirra makt fyri at fremja ójavna, teimum sjálvum til fyrimunar, og hetta hevur tíverri eydnast teimum í stóran mun.

Og av tí, at tey høgraradikalu og mammonistarnir hava sogið hampafólk til sín, tí hesi ikki hava kunnað staðið ímóti persónligum vinningi: størvum og peningi, so eru færri at taka stríðið upp móti kúgarunum og svindlarunum, tó so - enn eru meira enn nokk av stríðsfúsnum monnum og kvinnum, ið bæði kunnu og vilja luttaka í komandi stríðum fyri frælsi, javna, rættvísi og solidariteti.

Tí enn gongur dansurin um gullkálvin lystiliga. Og í løtuni verður kvøðið: Alle ville herrer være – ingen ville byrder bære. Tað mann vera skemtivísa um tey sjálvi.

Á ovastu rókum svimja milliónirnar. Summarhús í Spania. Lystbáturin so vakur í mánalýsinum og dollargrinið sum ein sveimandi állur ljóðleyst glíðandi gjøgnum bygd og bý, ein fantastiskur dreymur.

Men niður gjøgnum røkurnar kunnu síggjast tey á niðastu rókunum, ið ikki eiga til dagin og vegin, og mugu fara svong til songar. Ójavnt er býtt. Vit kenna orsøkirnar, men hava higartil einki munagott gjørt við tað. Men tað eiga vit við Guðs hjálp at gera, vælvitandi um, at har Guð er við, kann eingin vera ímóti.

Tíðin er yvirbúgvin til eina uppgerð, ið førir við sær, at stóra Guðs gávan til alt fólkið í lítla landinum úti í tí stóra havinum verður givin øllum íbúgvunum til ognar, og ikki bert nøkrum fáum kúgarum og spekulantum, ið hava útvalt seg sjálv m. a. gjøgnum avnoktan av fólksins grundleggjandi skyldum hvør móti øðrum.

Um neyðugt eiga mammonistarnir og tey høgraradikalu at verða víst vetrarvegin.

Dagfinnur Danbjørg.