Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Málningaframsýning við Martin Joensen

Martin Joensen letur upp málningaframsýning í Mentamálaráðnum hósdagin 22. oktober kl. 15.00.

Martin Joensen er føddur í Vestmanna 27. august 1953 og hevur útbúgving innan tekning og grafikk. Hann hevur verið virkin teknari og illustrator síðani loknu útbúgvingina í 1982. Umframt at hava gjørt permur og myndskrýtt fleiri bøkur hevur Martin seinnu árini lagt serligan dent á málningalistina. Tað verður eitt úrval av málningum, sum eru málaðir seinastu trý árini, ið verða at síggja í hølunum hjá Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi 72.

Martin Joensen er eisini ein av okkara fremstu tónleikarum og yrkjarum. Hann hevur givið nógvar fløgur út, bæði einsamallur og saman við bólki sínum Vestmonnum.

Martin Joensen varð heiðraður við Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1981 og við Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 2007.

Til ferniseringina verður tónleikur at hoyra, har Martin Joensen sjálvur syngur og spælir. Øll eru vælkomin