Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Málningaframsýning á Páskum

Skótarnir við Løkin í Runavík skipa aftur í ár fyri vælumtóktu málningaframsýningini á páskum.

Páskaframsýningin verður fyrsta- og annan páskadag frá kl. 15.00 til 20.00, í skúlanum við Løkin í Runavík.

Her hevur tú høvið at síggja og ogna tær málningar hjá fleiri av okkara kendu og minni kendu listafólkum.

Málið er nevniliga at fevna um so fjølbroytta málningalist sum møguligt. Øll atgongumerkini ið verða seld til framsýningina, eru við í lutakastinum um ein málning.

Enn eru pláss eftir til tey, ið ynskja at sýna fram, hesi kunnu venda sær til Adrian Dalsá á telefon 282801

Skótarnir við Løkin í Runavík