Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Maller Jacobsen og Hans Fróði Hansen

Maller Jacobsen 10 ára starvsdag

11. mars 2012 hevði Maller Jacobsen starvast 10 ár á Vegadeild kommununnar, og í tí sambandi varð skipað fyri hátíðarløtu mánadagin 12. mars, har hann fekk eina heilsan og viðurkenning frá kommununi.

Á 10 ára starvsdegnum hjá Maller Jacobsen, sum var hildin á grækarismessu í kaffistovuni hjá vegadeildini, fekk Maller handað minnisplátu og blómutyssi frá býráðnum, eins og leiðarin av Vegadeildini, Hans Fróði Hansen, og skrivarin í Ferðslunevndini, Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, bóru fram eina heilsan til Maller við tøkk fyri gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði.

Í sínum starvi á Vegadeildini hevur Maller arbeitt innan eitt nú vegmerking og skelting, sum hann tekur sær av undir leiðslu av og í samstarvi við Ferðslunevnd býráðsins.

Í heilsanunum varð staðfest, at Maller er ein fittur og lagaligur persónur, og at hann við sínum orangelitta arbeiðsjakka og bláa arbeiðsbili er blivin ein ímynd av ferðsluliðnum hjá kommununi.

Handverksliga útbúgvingin saman við glaða lyndinum og lagaliga hugburðurin til tær stundum skeivu arbeiðstíðirnar gera hann til ein góðan, hentan og álítandi starvsfelaga við góðum førleika til at útinna sín setning, og hetta sæst eisini aftur í teimum fjølbroyttu uppgávum, sum Maller í sínum starvi hevur tikið og tekur sær av í tí dagliga.

Millum mangar aðrar uppgávur kunnu nevnast røkt av ruskíløtum í býnum, viðlíkahald av kommunalum ognum, so sum sparkivallir og rekkverk, jólatrø, flaggstengur og mangar aðrar fyrifallandi uppgávur.

Kelda: www.klaksvik.fo