
Mál í samband við grótútfyllan á Sundi
Javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin í Tórshavnar býráð vilja hava málið viðvíkjandi grótútfyllan á Sundi fyri á fyrstkomandi almennum býráðsfundi.
Til atkvøðugreiðslu á hesum fundi, mælir javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin til, at grótið úr Eysturoyatunnlinum verður brúkt til innkomuvegin beinanvegin, sambært avtalu við Samferðsluráðið, Tunnilsfelagið og Tórshavnar býráð, sum býráðssamtykt er gjørd um.
Grótútfyllan á Sundi eigur at steðgast fyribils, soleiðis at høvið verður til at finna eina heildarloysn fyri hesum ídnaðarøki.
Heilsan
Býráðslimir:
Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Helena Dam á Neystabø, Bjørghild Djurhuus, Halla Samuelsen og Annfinn Brekkstein