Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Makt, pengar og privilegier = Hin radikali Fólkaflokkurin

Teir fáa ongantíð nokk. Hetta landsstýrisskeiðið byrjaði við, at Jørgin fekk trumfað ígjøgnum at lata teimum ríku og vælbjargaðu 300 mill. kr til at býta eftir fastløgdum leisti, soleiðis, at tann, ið forvann mest, fekk mest upp til nærum kr. 100.000,- ella uml. kr. 250,- UM DAGIN. Hetta rann mær í hug, nú Annika proklamerar, at fólkaflokkurin eisini hugsar um og tekur sær av teimum hungursraktu børnunum, ið skulu fáa kr. 238 UM MÐR. Ella 8 krónur um dagin. Ein góðan hálvan pakka av mjólk um dagin. Har er eingin skomm skapt í kroppinum. Og sambandsflokkurin góðtekur alt, meðan teir kristiligu byggja verjugarð móti teim samkyndu. Og støðan er hareftir.

Hungursbarnið fær 238 kr. um mðr, meðan millióningurin fær 250,- kr um dagin ella kr. 7500 um mðr. Halleluja! Er tað ikki stórt.

Tað er annars komið undan kavi, at giftir pensionistar fáa uml .kr. 25000,- minni um árið enn ikki giftir. (Tá eg ikki skrivi einligir, so er tað tí, at einligir gott kunnu liva saman eins og tey giftu). Men hví er tað so? Hvussu ber tað til, at pensiónin ikki er eins fyri øll?

Og tey arbeiðsleysu skulu eisini undir fíggjarokið – so við og við, sigur Jørgen.

Og rentustuðulin skal lækka. Alt ger mun, segði Jørgen (ella var tað Snopprikur, ið segði so?)

Alt hetta – og nógv afturat – kundi verðið klárað við teimum 300 mill., ið vórðu givnar teimum ríku og vælbjargaðu, ið ongan tørv høvdu, men fólkaflokkurin er vorðin til fyri at lívga teimum, ið annars klára seg sjálvi, og at lata øll onnur hóra undan sum best ber til.

Síðstu dagarnar er komið undan kavi, at skip og fiskiloyvi í ár eru seld fyri uml. kr. 460 mill. Spennandi verður at síggja, hvussu stór upphædd er goldin fyri ogn Føroya fólks, og hvør er farin við pengunum.

Tað er vælskiljandi, at tey ríku, og tey, ið eru væl fyri og onki tørva, sum tøkk fyri fólkafloksins stóra fíggjarliga stuðul, geva honum atkvøðurnar, men at onnur geva sama flokki sín stuðul er fullkomuliga óskiljandi. Tað minnir um gleði við sjálvspínarí.

Nú má vera upp á hægstu tíð, at mið- og undir Føroyar geva tí radikala fólkaflokkinum og viðhaldsflokkum hansara fótin, og sjálv – saman við samsintum – yvirtaka leiðslu landsins.

Eitt fleirtal av fólkinum eru móð og troytt av førda politikkinum. Tey vilja hava ein solidariskt riknan politikk, ið gagnar fólkinum á jøvnum føti.

Eitt Føroyar fyri allar føroyingar, og ikki einans fyri teimum útvaldu.

Dagfinnur Danbjørg.