Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Makrelurin og allur annar fiskur, skal koma øllum føroyingum til góðar

Bara føroysk skip við føroyskari manning eiga at sleppa at fiska føroyska makrelin, og hann skal tilvirkast á føroyskum virkjum.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at hann væntandi fer at áseta føroysku makrelkvotuna í næstu viku.

Og her skal eg, eins og fleiri hava gjørt, minna á, at enn er allur fiskur runt á føroysku grunnunum ogn Føroya fólks, og tí skal allur fiskur vera avreiddur og tilvirkaður her á landi.

Tað er ábyrgdin hjá okkara politiska myndugleika at tryggja, at hesin fiskur kemur øllum føroyingum til góðar.

Seinasta ár høvdu vit eitt virki í Kollafirði, sum tók ímóti makreli. Tað gav arbeiði til nógv fólk, eisini var okkurt annað virki, sum tók í móti, og var hetta eitt gott íkast hjá teimum.

Í ár er so tað gleðiliga hent, at eitt uppsjóvarvirki er í ger á Tvøroyri, so útlit eru fyri, at vit kunnu taka ímóti munandi meira av makreli í ár enn seinasta ár.

Tað má vera ein treyt, at allur makrelurin – og fiskur í føroyskum sjógvi annars – verður fiskaður av føroyskum skipum við føroyskari manning og tilvirkaður á føroyskum virkjum.

Um skip landa uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip, so eiga tey at verða kravd eftir einum avgjaldi, men um fiskurin verður tilvirkaður í Føroyum, skal møguliga eitt minni avgjald vera lagt á.

Tað er onki órímiligt í, at fólk, ið hava sítt livibreyð av fiskivinnuni á landi, krevja, at landsins myndugleikar taka neyðugu stigini til at tryggja okkum, at allur fiskur kemur uppá land her og verður tilvirkaður her á landi í tann mun, tað yvirhøvur er gjørligt.

1800 føroyingar eru arbeiðsleysir í løtuni.

Vit í arbeiðarafeløgunum hava víst á, at nógvir av limum okkara kundu fingið arbeiði, um fiskur ikki fór ótilvirkaður av landinum, og arbeiðsloysið hevði harvið minkað munandi.

Eisini halda vit, at fiskiloyvini skulu vera treytað av, at sáttmálarnir hjá føroysku manningarfeløgunum verða fylgdir, og um útlendingar sigla við føroyskum skipum, skulu teir fylgja føroyskum sáttmálum.

Vit vóna, at okkara politikarar vísa sína ábyrgd og taka neyðugu stigini til at forða fyri, at fiskur framhaldandi fer ótilvirkaður av landinum.

Annars haldi eg ikki, at skip sum Føroyingar ikki eiga meginpartin í, men bara hava strámenn fyri seg her, skuldu fingið nakra kvotu yvirhøvur. Tað eigur at vera eitt krav, at føroyingar eiga ein stóran meiriluta í teimum skipum, sum fáa fiskiloyvir frá føroyskum myndugleikum.

Nú frættist, at eitt lógaruppskot er á veg um eina rullandi skipan, sum – um uppskotið verður framt í verki – fer at avreiða allan fiskiflotan til nøkur fá, sum síðan kunnu gera við hann, sum teimum lystir.

Hetta vilja vit frá Føroya Arbeiðarafelag ávara staðiliga ímóti, tí hetta er ein órættvís skipan, ið bert premierar tey, sum eru í skipanini tá hon verður sett í verk. Eisini er tað ein sera óliðilig og ósunn skipan, sum hvørki fer at gagna landinum ella fiskivinnuni á sjógvi ella landi. Skipanin tekur allar møguleikar hjá nýggjum fólki at sleppa fram at veiðiliðnum í fiskivinnuni, og tað merkir, at bæði framdrift og fyritaksemi verða niðurbrotin, samstundis sum nøkur fá verða ríkað upp. Ein slík rullandi skipan brýtur eisini við lógarfestu meginregluna um, at fiskurin er ogn Føroya fólks.

Tórshavn, hin 25. Februar 2012

Føroya Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, formaður