Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Makrelkanningar lidnar

Christian í Grótinum er júst afturkomin av rannsóknartúri, har Havstovan hevur kannað nøgdirnar av makreli í havøkjunum kring Føroyar. Kanningarnar vísa, at sum heild var nakað meiri í ár enn í fjør, men nakað minni enn í 2013. Trolað varð í vatnskorpuni, har makrelurin vanliga gongur hesa tíðina. Nógv sild var eisini blandað upp í veiðuna, serliga norðan fyri oyggjarnar. 

Kanningarnar eru skipaðar sum felagskanningar saman við íslendingum, grønlendingum og norðmonnum. Høvuðsendamálið er at kanna nøgdirnar og útbreiðsluna av makreli um summarið, tá hann er í Norðurhøvum at finna sær føði.

Ein felagsfrágreiðing verður gjørd seinni í august, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar.

Meiri fæst at vita við at lesa túrfrágreiðingina her: http://www.hav.fo/PDF/Turfragreiding_CiG1552_tilheimasidu.pdf