Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Makreliadan

Tórbjørn Jacobsen:

Ymiskir eru hættirnir at vinna sær politiskt vald. At halda fast um tað krevur bonskleika, snildi og állaleik. Niccolò di Bernardo dei Machiavelli hevur greinað og skrivað um hesi viðurskifti, og mangt bendir á, at Jørgen kassameistari er meira drivin í litteraturinum enn navnabróður hansara Jørundur hundadagakongur. Í hvussu er hevur hann longu nú sitið einsamallur við valdinum í Føroyum tvífalt so leingi, sum Júrgen sat við valdinum yvir Íslandi. Orsøkin kann nú eisini vera, at sveinarnir hjá Trampe greiva vóru stinnari í kongunum enn Kaj Leo løgmaður.

Hóast stórar kanónir í Fólkaflokkinum, eisini stór kapitaláhugamál, vildu honum ann, í stríðnum um oddin í partínum, so stóð hann stinnur á hermótinum, og prógvaði í grundini, at hann hevur skilt valdsfilosofi´ina. Eisini tað mest kavráu, sum skal til, fyri ikki at dragna frá evsta múlanum, táið skútan fer at drekka vatn um æsingarnar.

Síðan hevur hann gingið á vatninum, dansað sum ein annar Rudolf Nurejev og driblað líka kimiliga sum hin gitni brasiliumaðurin Garrincha. Sessirnir, sum samgongumeirilutin hevur hertikið á tingi, kundu fyri tað sama verið snákaðir til sum eitt politiskt fjós. Mekanisku atkvøðuneytini fremja viljaleys tann leik, sum andaligi faðir teirra úr Seyrvági ynskir. Miðvísur broytir hann samfelagið. Metodurnar eru fascistoidar, táið hann økir um stættarmunin við ógvisligum inntrivum í umfordeilingargrundlógini, skattareglunum, - táið hann rænir burturav pensjónunum fjøruti ár fram í tíðina og táið hann flytir vinnuliga strukturin fleiri hundrað ár aftur í feudaltíðina. Tað sakar onki hjá teimum flestu og liberalismuna og marknaðarkreftirnar trýr hann líka lítið uppá sum aðrir partíkammeratar. Tað snýr seg um at leska røttu áhugamálini í flokkinum, sum eru ein samanrenning av merkantilum strugglarum. Tað snýr seg um at hava valdið til at geva vinum og kenningum gávugóðs frá teimum, sum upprunaliga eiga valdið – fólkinum.

Andstøðan fær ikki eitt bein til jørðina. Almenna rúmið og føroyska fólkasálin megna ikki at halda fokus á meira enn einum máli á gangin. Hvør ið løðir politisku riflurnar og goturstykkini hjá teimum, veit eg ikki, men spjaðingin er stór og kúlurnar fara fyri allar vindar. Tú byggir ikki eitt bulvirki andvegis maktini, táið tú at kalla bert fæst við petitessur í mun til tað, sum skal bjarga vælferðarmodellinum eftir norðurlendskum sniði. Gratis ferðaseðlar við strandfaraskipum – humbukk og vrevl, hví skal ein skopuningur kunna flyta seg til Havnar fyri onki, táið ein glyvramaður skal brúka eitt par hundrað krónur í brennievni til sama teinin?

Politiskur pubertetsfimleikur í málinum um koyripeningin hjá tingmonnum, sum er órímiligur, hevur hertikið yvirskiftir og skroyvað upp í leypar av oddagreinum, men hetta er ikki eitt mál man brúkar til at flyta fokus við, táið kalar sum Jørgen sita einsamallir við valdinum. Tódnaða hallið á fíggjarlógini í 2011 er eitt annað mál, tikið úr leysum lofti úr einum fyribilsrokniskapi, og sum bløðrukópar blása tey eina sólksinssøgu upp til eina skandalu. Er hallið væl minni enn væntað, so hevur fíggjarnevndin tey seinastu árini, har Tjóðveldisflokkurin hevði ein rættiliga virknan leiklut, sum ikki altíð hóvaði teimum, sum trívast best við at tváa sínar nossligu lógvar, eydnast til fulnar og meira enn tað. Tað er alkent, at nevndin í nógv størri mun stjórnaði fíggjarpolitikkinum heldur enn tásitandi landsstýrið. Hetta fiktiva málið endaði Guð hjálpi mær í einum kjaki í Svf, har Jørgen vant burturúr framsøgukvinnuni hjá andstøðuni. Hevði ráksnúningurin Don King, við ravmagnshárinum, verið promotor hjá Kristinu frammanundan dystinum, hevði hann spakuliga flutt seg yvir í hornið hjá seyrvinginum fram ímóti dystarloki. Tað plagdi hann at gera, so skjótt hann sá, hvussu leikur fór, táið gigantarnir í nevaleiki brustu saman. Man spyr seg sjálvan, um skjúttin hevur størri týdning enn málið, ið skal rakast. Ella um nakað politiskt evangelium er innanborðað hjá fleiri teirra, sum umsita vald fólksins.

Eitt annað mál, sum rættiliga hevur kámað fyri politisku sólini hjá mongum, er høvuðstemaið á Flokstinginum hjá mínum egna flokki. Broytingin av hjúnabandslógini, soleiðis, at tað politiska valdið skal trýsta rættin hjá teimum samkyndu inn um sakralu grindirnar at vígast - á sama hátt sum tey heterosexuellu. Nú eri eg ein av teimum, sum halda, at tey samkyndu skulu eiga øll tey somu borgarligu rættindi sum øll onnur, men at ein flokkur, sum so dúgliga hevur vart fyri, at átrúnaðarlig áhugamál sleppa framat ávirkan í politisku skipanini, tvíhildið um tann greiða, treytaleysa og klokkuklára skilnaðinum, nú hvessir svørðið hinvegin, og brýtur inn í heilagu suverenu rúmini hjá fólkinum, tað er ovboðið. Vælsignaði veri tit, haldið fingrarnar burtur frá kirkjum og samkomum, - at stjórna sínum egnu innanhýsis viðurskiftum.

Hvar standa vit nú? - Kundi hóskandi verið spurt. Eftir at stórur partur av heiminum nærum er farin til grundar búskaparliga, er Jørgen nú farin í holt við at knúsa tað føroyska samfelagið sundur í stumpar og stykkir, umvegis ta somu neokonservatismu, sum hevur verið ein almáttugur tregi allastaðni hesi seinastu 3-4 árini. Hann fæst við at flyta okkum aftur í tilstandin, í tríatiárunum, táið kapitalisman mundi gingið til grundar sum búskaparlig skipan, og profeti´ini hjá Karl Marx kundu vunnið frama. Hansara vísjón var, at kreppur vóru ein óundansleppandi partur av tí kapitalistisku skipanini. Hesar eru neyðugar fyri at reinsa út í systeminum, men hinvegin eru tær so svárar fyri so mong, at skipanin missir sín legitimitet, og at enda støkkur hon sundur sum búskaparligur stórviður í einum samfelag.** Bretin John M. Keynes setti sær fyri at rógva andvegis spádómunum hjá Marx. Ástøði hansara finst í útgávuni “The General Theory”, og har sigur hann beinleiðis, at tað nú snýr seg um, at gamli týski teinkjarin og kommunisturin ikki skuldi fáa rætt. Ide´in var, at staturin – tað almenna – skuldi hava ein virknari leiklut, og soleiðis veitti hann politikkarum eitt amboð, sum á øðrvísi hátt kundi stjórna kapitalismuni. Til ber at siga, at Karl Marx sum íblástrarkelda bjargaði kapitalismuni, táið man eftir devisuni hjá Keynes lat statin vera ein høvuðsleikara, - ístaðin fyri at marknaðurin einsamallur sat við uppgávuni at skipa arbeiði og vøkstur. Kapitalisman yvirlivdi. Um ástøðin heldur, har sum staturin er komin í trot, er ivasamt. So fræg er støðan tó í Føroyum, at tað almenna framvegis og áhaldandi kann vera ein virkin leikari í tí, sum nú skal henda. Eitt nú á íløgusíðuni. Tí er tað t.d. heilt ófatiligt, at kjølurin ikki verður strektur á havrannsóknarskipinum, nú nærum 2 túsund føroyingar hvønn Guðs skapta morgun sita alspentir og bíða eftir, at onkur hevur brúk fyri høvdi og lógvum teirra á arbeiðsmarknaðinum.

Týdningarmesta arbeiði hjá andstøðuni er at skilgreina, hvussu heimastýrið – tað almenna – framhaldandi hevur ta uppdrift, ið skal til, fyri at kunna gerast hesin flexibli aktørurin í búskaparliga universinum. Øll onnur mál mega roknast fyri mýruvongir ímillum risar. Allar almennar skipanir skulu ájavnt hyggjast eftir í kongunum, men útreiðslusíðan er í grundini ikki tann stóri trupulleikin. Tað er inntøkusíðan harafturímóti, og har eru vit av berari og blektaðari vanstýring totalt afturútsigld, í mun til londini, ið eru komin alra frægast burturúr hesi lemjandi kreppuni, sum hevur skolað alt omanav í vesturheiminum hesi seinru árini.

Lykilin til hesa grindina finst bara í einum fiskivinnupolitikki, sum stendur á biologiskari burðardyggari grund og mestu virðisøking í landinum. Í summar verður Olympiadan í London og um nakrar dagar byrjar Makreliadan í Føroyum. Sami flokkur, sum hevur stjórnað fiskivinnuskipanini út á sjógv, fer nú undir at reka Gávubúðina, haðani vinir, veljarar og kenningar skulu leskast í tvívirknaðinum ímillum veljarar og vald. Var nakað skil í gallskapinum, fekk nótaflotin tann partin, sum honum tilkemur, sambært fiskivinnuskipanini, ið vit framvegis halda okkum liva undir, og tað ið eftir var skuldi eftirsíðan verið selt umvegis eina almenna Tilfeingisbúð. Hartil er tað umráðandi, at eftirspurningurin, móttøkuorkan, er størri enn útboðið, hetta fyri at tey flestu, ella øll, fáa sum mesta ágóðan burturúr hesum tilfeinginum. Treytirnar kunnu sjálvandi justerast eftir royndunum frá vertíðini í fjør. Guð náði tann komandi fiskimálaráðharra, sum eftir eina nýggja strandalandaavtalu, táið semja fæst um hana, skal til at býta virðini, eftir at Fólkaflokkurin í ár er sloppin at gjara um seg við eginkvotum til Guð og hvønn mann - við tilvildini sum kriterii og fyritreyt.

Hitt takið er at fáa skil á botnfiskaveiðuni undir Føroyum. Í 2011 veiddu vit 70 túsund tons færri enn vit gjørdu í 2002 av høvuðsstovnunum toski, hýsu og upsa. Kanska eitt avreiðingarvirði sum nærkast milliardini. Hendan myndin frá Hagstovuni sýnir betri enn nakað annað hvussu galið tað stendur til, eftir at anarki´ið hevur havt valdið at kalla óbrotið síðani 1996:

Sí talvuna niðanfyri.

Vit eru dragnað eini 15-20% í mun til tey skandinavisku londini hesi seinastu árini. Skal vælferðarskipanin haldast á útreiðslusíðuni, so má ein vøkstur skapast fyri at halda balansanum, og hann liggur beint til høgra beinið, men til tess krevst ein heilt annar vinnupolitikkur enn hesin, sum hendan samgongan er før fyri at gera nakað við. Til tað eru alt ov nógvir fløskuhálsar í systeminum. Tað ræður um at halda fokus, og fokusið hjá andstøðuni má og skal haldast á júst hesum mótinum.

Jørgen hevur í 4 mánaðir megnað meira í praksis enn Óli Breckmann kláraði við sínum ekstrema høgraretorikki í 35 ár og alra fyrsta raðfestingin, av einum tunli til Viðareiðis, man vera tøkkin til El Jefe Commandante í spunasmíði og góðum ráðum, hesar seinastu mánaðirnar, nú seyrvingurin so dyggiliga vann seg upp á turt aftur. - Bæði sum floksformaður og sum einaræðisharri í Føroyum.

Í samgonguni er hann suverenur, ongin skalar honum, og løgmaður rennur runt sum fluga í fløsku - mest átøkur hestinum hjá Caligula. Ein føroyskur mr. Chance. Jørundur endaði sínar dagar í Tasmania, hvussu tað fer at vignast tí føroyska Jørgeni fer at frættast um, men tann spurningurin stendur og fellur við, um andstøðan megnar leiklutin, sum neyðuga andvektin í stríðnum fyri at varðveita føroyska vælferðarstatin. Nevni statin ístaðin fyri heimastýrið, tí fæst takholtur á vinnustrukturinum, so ber hann sum onki einum føroyskum nationalstati – eini føroyskari Republikk.