Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus spyr um demensøkið

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum mikudagin 13. februar at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um demensøkið

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi: 

1.    Hvussu gongur við at orða ein yvirskipaðan demenspolitikk?

2.    Hvussu nógvir landsdemenssamskiparar eru settir/ í starvi?

3.    Hvussu gongur við at seta tilmælini í verk, sum álitið frá 2015 mælir til?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at á vári í 2015 kom út álit við heitinum: “Eitt demensvinarligt samfelag - Gloymsk, men ikki gloymd”.

Álitið er rættiliga greitt og kemur m.a. við 14 ítøkiligum tilmælum, hvussu  farast kann fram í hesum máli. Eisini er kostnaðarmeting viðløgd fyri verksetan av hesum ymisku tilmælunum.

Eitt av teim 14 tilmælunum er, at orðaður verður ein yvirskipaður demenspolitikkur, har farið verður undir miðvísa skipan av Føroyum sum “Demensvinarligum samfelag”.

Eitt annað av tilmælunum er, at tað verð settir fimm landsdemenssamskiparar, sum verða settir sentralt, men virka lokalt, t.v.s. kring landið. 

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at nú fýra ár eru farin, síðani álitið varð handað landsstýrinum, so er áhugavert at frætta frá landsstýriskvinnuni, hvussu gongur við at fremja ætlanirnar, sum álitið leggur upp til.

Also, hvar er vit í Føroyum stødd, tá vit taka heiti á álitinum til okkum: “Eitt demensvinarligt samfelag - Gloymsk, men ikki gloymd.

Sambandsflokkurin