Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Rasmussen spyr um mál- og mentanarundirvísing fyri útlendingar

Dan Klein --- 17.04.2018 - 09:41

Magnus Rasmussen fer á tingfundinum mikudagin 18. apríl at seta ein munnligan fyrispurning til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum

Viðvíkjandi mál- og mentanarundirvísing fyri útlendingar:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan við mál- og mentanarundirvísing fyri útlendingar í Føroyum?

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur í sínum viðmerkinginum til fyrispurningin, at seinastu árini eru nógvir útlendingar fluttir til Føroya at búgva og nógvir av hesum hava ikki norðurlendskan ríkisborgararætt og hava hesir tí serliga stórar avbjóðingar við føroyska málinum og føroysku mentanini.

Hagtølini hjá Útlendingastovuni vísa, at í 2017 fingu 61 fólk, sum ikki hava norðurlendskan ríkisborgararætt uppihaldsloyvi í Føroyum, og tølini hava verið støðug seinastu fimm árini. Tølini eru ikki uppgivin eftir kyni, men tað er greitt, at flestu uppihaldsloyvini verða givin kvinnum úr Fjareystri og Afrika. 

At enda sigur løgtingsmaðurin, at sum støðan er í dag, so er tað ymiskt frá kommunu til kommunu, hvat gjørt verður á økinum. Onkur kommuna ger einki, nakrar gera eitt sindur við tað, meðan so uppaftur aðrar gera nógv burturúr. Tað má metast at vera óheppið og heldur ikki rætt, at tað skal vera ymiskt, hvat verður gjørt burturúr mál- og mentanarundirvísing í Føroyum, alt eftir hvar í landinum viðkomandi er búsettur. 

Tí er viðkomandi at fáa at vita, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur á økinum mál- og mentanarundirvísing fyri útlendingar.

Sambandsflokkurin