Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Rasmussen spyr Rigmor Dam um serøkið í fólkaskúlanum

Til løgtingsfundin í morgin 27. september 2017, hevur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sett Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum, ein munnligan fyrispurning um serøkið í fólkaskúlanum

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at økja játtanina til serøkið í fólkaskúlanum?
2. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um broytingar á serøkinum í fólkaskúlanum?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, at fólkaskúlin eigur at hava eitt gott, gevandi og mennandi tilboð til allar næmingar skúlans, soleiðis at eingin dettur niður ímillum. Hetta liggur eisini í endamálsorðing fólkaskúlans. 

Ein góð ábending fæst um støðuna hjá einum samfelag við at kanna, hvussu tey, sum hava truplar umstøður hava tað. Hava hesi tað ikki gott, so eiga vit ikki at verða nøgd, fyrr enn hetta er broytt soleiðis, at vit kunnu siga, at nú er støðan góð.

Vit hoyra javnan frá foreldrum, lærarum og skúlaleiðslum, at tað eru næmingar í fólkaskúlanum, sum hava tørv á at fáa meiri hjálp enn teir fáa í dag. Hetta eru næmingar, sum hava avbjóðingar, og tað kunnu vera avbjóðingar á fakliga og sosiala økinum ella øðrum økjum við. 

Seinnu árini hevur føroyski fólkaskúlin fingið serútbúnar lærarar og sum dømi kann nevnast lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Nakrar førleikastovur eru skipaðar og endamálið er, at læraraførleikarnir verða samskipaðir, so fakliga hjálpin og ráðgevingin er á staðnum og tætt at næmingum, lærarum, foreldrum og leiðslu.

At enda sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at hóast hesa menning, so eru røddir frammi, at hjálp vantar til næmingar við avbjóðingum, og tað er í tí sambandi, at eg ynski at frætta, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevur á økinum.

Sambandsflokkurin