Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Rasmussen nýggjur landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

Løgmaður hevur gjørt av at tilnevna Magnus Rasmussen sum landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum. Hann loysir Helga Abrahamsen av.

Magnus Rasmussen varð fyrstu ferð valdur á Føroya løgting í 2015. Hetta samgonguskeiðið hevur hann verið formaður í Løgtingsins fíggjarnevnd.

Hann var borgarstjóri í Runavíkar kommunu frá 2009 til 2015.

Nýggi landsstýrismaðurin er 58 ára gamal, hann er giftur Eydnu Rasmussen og tey eiga tvey børn.

Magnus Rasmussen hevði sín fyrsta arbeiðsdag hósdagin, tá útvaldur partur av pressuni varð boðin á tíðindafund.