Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Rasmussen fingið svar um røktarsjúklingar/ rørslutarnað undir 67

Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur nú fingið svar frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum um tilboð til røktarsjúklingar/ rørslutarnað undir 67 ár

Í svarinum, dagfest 21. november 2017, frá Eyðgunn Samuelsen stendur:

1. Hvørji tilboð eru til røktarsjúklingar/rørslutarnað undir 67 ár, sum eru liðugt viðgjørd á sjúkrahúsi? 
Almannaverkið hevur heimild at veita persónum við likamligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum  bú- og stuðulstilboð sambært forsorgarlógini. Talan kann t.d. vera um persónar undir 67, ár sum hava verið úti fyri hending, sum hevur havt við sær, at tey eru blivin røktarkrevjandi/rørslutarnað.  
 
Heimarøktin til heimabúgvandi borgarar varð løgd út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. 
 
Tá økið  varð lagt út, var ætlanin við lógarbroytingini at leggja ábyrgdina av eldraøkinum út til kommunurnar, eins og tað var táverandi samskipaða eldraøkið, sum ætlanin var at leggja til kommunurnar (jf. viðm. til uppskot til løgtingslóg). Síðani økið varð lagt út, hava nøkur ivamál tikið seg upp, og hevur verið neyðugt hjá Almannaverkinum at seta á stovn nýggjar skipanir sum líkjast teimum, sum vórðu fluttar frá Almannaverkinum til kommunurnar, og hevur hetta gjørt, at vit í dag hava paralellskipanir, har kommunur og land hava somu tænastur.  
 
Til hendan málbólk hevur Almannaverkið í dag búpláss, tvey dagtilboð, ið eru skipaði sum stuðulstilboð í toymi, og samdøgursumlætting. Haraftrat eru nakrir borgarar, ið fáa stuðulstilboð í egnum heimi. Eisini er møguleiki fyri at stuðul verður veittur til einstakan borgara, har tað landafrøðiliga ikki ber til at skipa stuðulstilboð í toymi. 

2. Hvar í landinum eru hesi tilboð staðsett? 
Búpláss eru staðsett í Tórshavn, dagtilboð eru skipaði í Tórshavn og samdøgursumlætting er staðsett á Sandi. Stuðulstilboð í egnum heimi eru skipaði kring landið, har borgarin býr.  

3. Eru ætlanir at økja um og menna tilboðini? 
Almannaverkið økir og mennir tilboð eftir tørvi, m.a. er dagtilboð stovnað til yngri fólk við demens í Tórshavn, eins og samdøgursumlætting er skipað á Sandi. Landsstýriskvinnan arbeiðir harumframt við eini ætlan um at skipa 9 búpláss til fólk við seinheilaskaða.  
 
Haraftrat skipar Almannaverkið soleiðis fyri, at teir borgarar, ið framhaldandi kunnu búgva í egnum heimi, fáa veitta stuðulsfyriskipan. Slík skipan kann eitt nú verða sett á stovn, tí at borgarin ynskir at verða nærri at sínari familju, ella um tað ikki ber til at keypa bútilboð frá kommunalu samstørvunum, tí eingi pláss eru tøk, ella um samstarvið ikki er sinnað at selja eitt pláss.     

4. Verður samstarvað við eldrasamstørvini, har hesi kunnu veita neyðugu tilboðini? 
Samstarvað hevur verið við kommunalu samstørvini um tilboð, tá Almannaverkið ikki hevur havt nøktandi tilboð. M.a. hevur verið samstarvað við kommunalu samstørvini um fyriskipanir í heimum hjá borgarum, har Almannaverkið hevur endurrindað kostnaðin. 

Haraftrat hevur Almannaverkið samstarv við kommunala samstarvið Roðan um pláss á dagtilboði.  
 
Almannaverkið hevur eisini samstarva við kommunalu samstørvini um samdøgursumlætting, men síðan nýggi depilin á Sandi lat upp, hevur Almannaverkið skipað fyri samdøgursumlætting har. Sambært Almannaverkinum hevur hetta hepnast væl.  
 
Í mun til samstarv hevur Almannaverkið eisini vent sær til øll tey kommunalu samstørvini um at keypa bútilboð frá teimum. Tó hevur hetta verið trupult, tí eingi pláss hava verið tøk at keypa. Haraftrat er spurningurin um rætta príslegu fyri keypt búpláss eitt vandamál, ið land og kommuna royna at greiða í felag.  
 
Almannaverkið hevur tískil ment nýggj tilboð, har hetta hevur verið neyðugt í mun til tær uppgávur, sum kortini ikki fóru út til kommunurnar. Í mun til verandi fíggjarliga tilfeingi hevur ongin bólkur framíhjárættindi til tilboð, tí tað altíð er ein samlað meting av, hvør hevur størst tørv, sum er avgerandi fyri hvør fær bjóðað tilboð. Borgari við rørslutarni ella sum er røktarsjúklingur, og sum sbrt.
 Markamótsnevndini hevur rætt til eitt tilboð frá Almannaverkinum, fær tí eitt tilboð, har Almannaverkið hevur eitt pláss tøkt. Lá uppgávan hjá kommununum, kundi borgarin í størri mun fingið tilboð í nærumhvørvinum.  

Sambandsflokkurin