
Magnus Rasmussen fær svar um føroyska laksin
Spennandi verkætlan hjá landsstýrismanninum í Uttanríkis- og vinnumálum farin av bakkastokki, um rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni
Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, hevur tann 17. november 2016, svarað Magnus Rasmussen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, uppá fyrispurningar um rognaframleiðslu og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni.
Magnus Rasmussen heitti á landsstýrismannin um greiða nærri frá:
1. Hvønn týdning hevur rognaframleiðsla og kynbótaarbeiði av føroysku laksastammuni?
2. Hvør er ætlanin hjá landsstýrismanninum við tí føroyska laksinum - lívfiskinum?
3. Á hvønn hátt fer landsstýrismaðurin at fremja ætlanina - hvussu verður ætlanin skipað?
4. Nær fer landsstýrismaðurin at fremja ætlanina - ein arbeiðs- og tíðarætlan?
Landsstýrismaður svarar í fyrsta spurningum, at Føroyska laksastamman hevur týdning fyri støðu Føroya sum alitjóð, og møguleikar kunnu vera í kynbótararbeiði og framleiðslu av rognum.
Tað kunnu vera fyrimunir við at framleiða rogn og gera kynbótararbeiði í Føroyum. Við at framleiða rogn her heima, kann minkast um innflutningin av rognum m.a. soleiðis, at vit ikki verða so bundin av innflutningi, og tað kann byrgja upp fyri vandum fyri fiskasjúkum. Framleiðslan og kynbótararbeiði kann fara at menna granskingarumhvørvið, skapa nýggj størv og styrkja um støðuna hjá Føroyum sum alitjóð.
Samanumtikið svarar landsstýrismaðurin uppá spurningarnar 2-4, at umframt uml. 8.000 fiskar frá Borðoyarvík, sum eru fluttir, skulu uml. 7.000 fiskar flytast frá Gulanum inn á Skáfjørðin.
Fiskurin á Borðoyarvík varð fluttur við Hans á Bakka og viðgjørdur við feskvatni móti lús, áðrenn hann varð settur út á nýggja aliøkið á Skálafirði.
Veteriner sýn eru tikin av fiskinum á Gulanum, og tá svar viðvíkjandi veterineru kanninginum er komið í næstu viku og flutningsloyvi er givið frá Heilufrøðiliga starvsstovan, verður fiskurin á Gulanum fluttur inn á Skálafjørðin.
Undantaksloyvi er givið eftir alilógini, tíðaravmarkað til 1. apríl 2018, umframt at onnur neyðug loyvir eru givin eftir djórasjúkulóg og umhvørvislóg.
Bakkafrost, Fiskaaling og væntandi eisini Heilsufrøðiliga starvsstovan, skulu gera metingar av, um til ber at taka upp aftur kynbótaarbeiði og rognaframleiðslu, grundað á føroysku laksastammuna.
Metingarnar skulu millum annað fevna um:
• Ætlan fyri hvar og nær fiskurin skal fáast upp á land
• Meta um, hvørt fiskurin er egnaður sum lívfiskur
• Lívfrøðiligt greiningararbeiði
• Meta um, hvørt støðirnar hjá Fiskaaling í Nesvík, við Áir og í Skopun skulu verða
partur av verkætlanini, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava
fyri sjúkufría statusin hjá Fiskaaling
• Kostnaðarmetingar av verkætlanini
At enda sigur landstýrismaðurin í Uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, at verkætlanin í fyrstu atløgu og í størst møguligan mun skal fara fram í útbúnaði, sum longu er til taks og sum kann tillagast, uttan alt ov stórar kostnaðir.
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, er í stóran mun nøgdur við svarini, men sigur, at landsstýrismaðurin ikki svarar nóg ítøkiliga uppá spurning 4 - hetta við arbeiðs- og tíðarætlan. Hesin spurningurin er eftir hansara tykki ein avgerandi partur í hvønn mun ætlanin fer at eydnast.