Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Magnussen: Fáið nú meistaraútbúgvingina við í byggilóggávuna

Løggilding av handverksmeistarum skal tryggja góðskuna í byggiverkætlanum. 

Í tíðindunum í síðstu viku var frammi, at nýggja byggireglugerðin endiliga skal kunngerast. Sum Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, segði við Útvarpið, “so tekur felagið fult undir við, at strammað verður upp við standardum og trygd”. Víðari leggur Magnus Magnussen afturat,  “at meistaraútbúgving eigur at vera krav, tá fyritøka bjóðar seg fram á marknaðinum. Hetta eigur at vera partur av nýggju lóggávuni innan bygging, soleiðis at tann sum byggir, fær enn betri trygd fyri, at bygt verður sambært reglunum”.

Hvat er ein meistaraútbúgving?
 Ætlanin við meistaraútbúgvingini er, at hon skal vera eitt krav í s.v. løggilding fyri handverksmeistarar, sum liva av at byggja fyri onnur. Um onkur ynskir at byggja síni egnu hús, skulu tey sjálvandi hava rætt til tað undir egnari ábyrgd. Men tá ein fyritøka byggir fyri ein kunda, eigur kundin at fáa vissu fyri, at handverksmeistarin er løggildur. Ein løggilding skal kunna fáast við at taka eina meistaraútbúgving, umframt at hava viðkomandi royndir á økinum.

Bæði í Noregi og í Íslandi er ein meistaraútbúgving (ella samsvarandi útbúgving) eitt krav fyri at bjóða seg fram sum handverksmeistara.

Hví løggilding og meistaraútbúgving?
 Tað at seta føtur undir egið borð, er hjá flestu okkara tann størsta íløgan, sum vit gera í lívinum. Gongur okkurt galið í byggingini, kann tað hava stórar avleiðingar fyri privatbúskapin, umframt at tað førir til stríð og stúran í langa tíð hjá kundum, har byggiverkætlanin miseydnast. Hóast tær flestu byggiverkætlanirnar eru væleydnaðar, eru tíverri eisini fleiri dømi um, at tað ikki gong ur eftir vild. Ikki minst tá talan er um óseriøsar byggifyritøkur, sum ikki hava royndir ella førleikar at stýra einari byggiverkætlan ella einari fyritøku. Endamálið við løggildingini er at minka um váðan fyri, at byggiverkætlanir miseydnast. Tí eigur tað at vera eitt krav, at tann, sum stendur fyri byggjarínum hevur førleikarnar at stýra fyritøkuni og byggjarínum, og kennir til ábyrgdina viðkomandi hevur í mun til m.a. byggireglugerðina.

Hvat skal innihaldið vera í meistaraútbúgvingini?
 Frálæran í meistaraútbúgvingini kann býtast í tvey. Partvís byggifak, sum ger handverksmeistaran betri føran fyri at stýra og leggja til rættis eitt byggjarí, m.a. í mun  til nýggju byggireglugerðina, og partvís frálæru um annað sum krevst fyri at reka eina byggifyritøku, m.a. fíggjarstýring, roknskap og mvg, verkætlanarstýring, starvsfólkamál, útbúgving av lærlingum, kundarøkt og marknaðarføring.