Magnus Heinason liðugur við svartkjaftakanningarnar sunnan fyri Føroyar
Fyribilsúrslitini vísa, at svartkjafturin var komin norður í føroyskt øki tíðliga í apríl, sum er vanliga mynstrið hesa tíðina. Tað var nakað tað sama at síggja í okkara øki í ár sum í fjør. Kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni kunnu ikki takast einsamallar til at vísa nøgd av svartkjafti sunnan fyri Føroyar. Samlaða nøgdin av svartkjafti verður roknað eftir páskir, har tølini frá øllum fimm skipunum vera við.
Tað vísti seg, at smáur, óbúgvin svartkjatur, gýttur í 2009, 2010 og 2011, var at síggja í føroyskum øki suður móti Wyville-Thomson rygginum. Hesir árgangirnir hava verið at sæð á yvirlitstrolingini hjá Magnusi Heinasyni og tað er at vóna, at teir koma fyri seg. Tann størri og búni svartkjafturin stóð nakað syðri báðu megin markið og suður í ES sjógv og var á veg norðureftir aftan á gýtingina.
Kanningin er skipað sum altjóða kanning undir ICES, har vit luttaka saman við Noregi, ES (Írlandi og Hollandi) og Russlandi. Hini skipini hava kannað økini longri suðuri.
Les alla fráðgreiðingina http://www.hav.fo/PDF/Turar/2012/FRAG1210.pdf
Jan Arge Jacobsen
10. apríl 2012