Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Heinason á veg til Kroatia

Herfyri var endalig avtala gjørd um søluna av Magnusi Heinasyni. Søluprísurin var 1,1 millión krónur og tað er eitt felag í Kroatia, ið hevur keypt skipið. Í Kroatia skal Magnus Heinason umbyggjast og fer, tá umbyggingin er liðug, at sigla dagstúrar við ferðafólki í Adriahavinum. Hann hevur fingið nýtt navn og eitur nú Mito.

Í síðstu viku fingu nýggju eigararnir frálæru í hvussu ymisku tólini verða brúkt, og í morgun legði Mito fyri síðstu ferð frá landi í Føroyum við kós móti Split í Kroatia.

Havstovan ynskir nýggju eigarunum og Mito blíðan byr.