Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magni Laksáfoss, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, er í hesum døgum á ráðstevnu um samfelagsbúskap, í Kansas City í Missouri. Á ráðstevnuni verða nøkur høvuðsevni umrødd og viðgjørd av fremstu búskaparfrøðingum í heiminum. Eitt av hesum evnum er sokallaða fyribrigdið, Secular Stagnation - Causes and Remedies

Hvat er sekuler stagnasjón
Sekuler stagnasjón kann umsetast til “drúgv búskaparlig støðgan”, t.v.s. eitt langt tíðarskeið við lítlum og ongum búskaparvøkstri.

Magni vísir á, at ein háttur at skilja fyribrigdið sekulera stagnasjón er at hyggja eftir hagtølunum fyri Føroyar seinastu 25 árini. Vit vóru knapt 48.000 fólk síðst í 1980´unum, 48.000 fólk í 2004 og 48.000 fólk í 2014. T.v.s. nærum eingin fólkavøkstur í 25 ár. 

Hyggja vit eftir føroyska búskapinum og taka hædd fyri prísvøkstrinum í sama tíðarskeiði síggja vit, at hóast stór sveiggj hava verið í búskapinum, hevur stórt sæð eingin búskaparvøkstur verið - einans umleið 0,5% árligur realvøkstur í samlaða tíðarskeiðinum.

Spurningurin er, hvør orsøkin er til slíka búskaparliga støðgan og hvat kann gerast fyri at fáa gongd aftur á vøksturin?

Magni Laksáfoss sigur víðari, at tað løgna við hesum fyribrigdi er, at sjálvt um altjóða rentan er met-lág og nóg mikið er til av kapitali á marknaðinum, ja so er privatnýtslan og íløgurnar ikki tilsvarandi í vøkstri - tí uppliva nógv lond eisini høgt arbeiðsloysi. 

Hvørjar eru loysnirnar
Á ráðstevnuni verður nógv umrøtt møguleikarnir fyri málrættaðum fíggjarpolitiskum tiltøkum fyri at stimbra búskapin, serliga eftirspurningin. Í hesum sambandi er spurningurin, hvønn leiklut tað almenna skal spæla fyri at seta gongd á búskapin.

Á ráðstevnuni verður kjakast um, at allur Vesturheimurin, og her serliga Europa, er komin í eina sekulera stagnasjón og at tað verður trupult at sleppa burturúr hesum aftur. Nakað av kjakinum er um, at USA eisini hevur henda trupulleikan, tó í minni mun enn Europa. Spurningurin er m.a. um útlit eru fyri, at Trump ella Clinton megna at gera nakað fyri at seta gongd á búskapin.

Politiskt hava bæði USA og Europa brúkt flestu av teimum amboðum, ið kunnu brúkast fyri at sleppa úr eini búskaparligari stillstøðu ella afturgongd. Man hevur prentað nógvar nýggjar pengar og hevur sett nógv fíggjarpolitisk átøk í verk fyri at stimbra búskapin, eitt nú gjørt íløgur í almenna samferðslukervið, skattalækkingar o.a. Higartil hevur tað kortini ikki eydnast serliga væl, hóast roknað verður við, at støðan hevði verið munandi verri um tiltøkini ikki vóru sett í verk.

Stagnasjón í føroyska búskapinum
Magni Laksáfoss heldur tað vera neyðugt at skilja millum gongdina í búskapinum uppá stutt sikt og longri sikt, t.v.s. at hóast vit hava upplivað vøkstur í búskapinum og fólkatalinum seinastu árini, og vónandi koma at gera tað tey fyrstu komandi árini, so sær tað út til, at vit uppá longri sikt aftur koma at uppliva stagnatión í búskapinum. Tí eiga vit longu nú at gera ein meiri málrættaðan politiskan innsats fyri at finna loysnir, sum gera mun rætta vegin. Endamálið má vera aftur at skapa vanligan búskaparvøkstur, og harvið tryggja okkara fólkagrundarlag og vælferðarsamfelag.

Kanningar hjá Magna sjálvum vísa, at tað er eitt neyvt samanhang millum búskaparvøkstur og fólkavøkstur, og harvið, hvussu vit varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag. Er ongin búskaparvøkstur, ja so er ongin fólkavøkstur.

Neyðugt at søkja sær vitan
Magni Laksáfoss heldur, at tað er alneyðugt, at føroyskir politikarar fara á tílíkar ráðstevnur fyri at søkja sær vitan um, hvørjar avbjóðingar vit standa yvir fyri sum partur av altjóða samfelagnum. Á slíkum ráðstevnum fæst at vita, hvørjar avbjóðingarnar eru, hvørjar royndir eru gjørdar fyri at møta avbjóðingunum og hvat hevur eydnast og hvat ikki hevur eydnast.

At enda sigur Magni, at tað er týdningarmikið, at vit støðugt heinta okkum vitan, soleiðis at vit kunnu føra ein so skilagóðan politikk sum til ber í føroyska samfelagnum.

Á myndini síggjast Magni Laksáfoss saman við nøkrum av teimum, sum leggja fram á ráðstevnuni.