Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

AA gjørdi avtalu við Atlantis Rejser, sum kundi koyrt flogfelagið á heysin

GÓÐUR GAMAL JOURNALISTIKKUR: NÚ ER SEKKJAÐI AA´RIN EFTIR POLITISKARI ÁVIRKAN: Í samband við, at Magni Arge, sekkjaði AA-stjórin verður settur á dagsskránna í samband við, at hann er farin inn í politikk, og fekk nokk av atkvøðum á Fólkatingsvalinum til at gerast eykamaður hjá formanninum, hava vit sett honum nakrar spurningar. Hann svarar, men ikki uppá tað, spurt varð um. 

Greinin hevur staðið í Oyggjatíðindum, 
fríggjadagin 26. Juni 2015, og er skrivað av 
Dan Klein, journalisti:

Vit settu Magna Arga spurningarnar, hann ongantíð fekk frá Einglapressuni. Greinin lýsir tann opinleika, hesin er farin inn í politikk fyri at verja: 

Tað var serliga blaðstjórin á Sosialinum, Eirikur Lindenskov, sum setti Magna Arge, á dagsskrá við grein, har hann gitti sær til, at Magni Arge, fór at gerast landsstýrismaður fyri Tjóðveldi, og har fekk møguleikan, at geva sínum ”banafólki” eina ”pay-back” heilsan.

Vit vildu hava at vita um Miðlahúsið hevur fingið meira enn milliónina frá AA, umframt fleiri ókeypis ferðaseðlar, hotellir og uppihald goldið fra AA til landsdystir, afturfyri, at Magni, sum stjóri, og AA, bert fingu positiva viðgerð, tá tey tørvaðu umtalu.

Vit hava fleiri spurningar, sum vit hava skilt beinleiðis vóru orsøkin til, at fyrrerandi stjórin í AA bleiv sekkjaður:

Bell politi Tyrlan, sum AA/MA keypti úr Tjekkia, stóð í meira enn tvey ár í Danmark, tí hon kundi ikki góðkennast, og tað hevur kostað AA nógvar milliónir.

Í 2011 bleiv avtalað gjørd við AA, har teir fingu hækkað tyrlusáttmálan við 12 mill um árið. Harí var eisini krav um ”keypnig ísetan hoist og nightvision” fyri 10 mill. 

Nú fýra ár er liðin, er tað ikki enn ísett.

Vit vildu tí hava at vita frá Magna Arge, hvat hesar 48 milliónirnar + 10 milliónir kr. vóru brúktar til, síðani hendan útgerðin ikki bleiv keypt?

Avtalan við Atlantis Rejser kundi koyrt AA á heysin, um hon ikki bleiv steðgað av nýggju leiðsluni og nevndini . Hevur ivaleyst kostað í minsta lagið 30 mill. Kr., tí í 2014 roknskapunum, vórðu 13 mio avskrivaðar /avsettar til tap, og árini fyri vóru eisini stórar utreiðslur av hesum feilsáttmála strikaðar. Hetta er ikki júst serliga álitisvekjandi, men Magni noktar at svara.

So er ikki at gloyma afturkeypið av partabrøvum, tá Magni Arge, sambært góðum keldum, skeyt í valsin, og AA mátti keypað partabrøvini aftur, fyri at bjarga stjóranum undan figgjarligum undirgangi. Hetta var ein av orsøkunum til at landsstýrismaðurin skifti nevndina út i 2009.

Men heldur ikki hetta vildi Magni Arge, gera viðmerkingar til.

Tað ganga eisini søgur um innkeypstúrar, har vinir og kenningar ikki goldu ferðaseðil, og søgur hava eisini gingið um, at sonurin fleyg ókeypis við AA, tey árini, hann las i Onglandi. Hetta hevur eisini verið at lisið á Facebook.

Heldur ikki hetta vil hann svara uppá.

Tað eru ikki øll, sum duga at síggja tað fantastiska í tí, sum Magni Arge, hevur staðið fyri, sum stjóri í AA. Var hetta so gott, so vildi hann ikki verið sekkjaður á fundi eitt kalt leygarkvøld undan jólum í 2013, har tú ikki fekst bilin við tær aftur. Misti eisini lyklar, AA-visakort, og teldu.

Men heldur ikki hetta vildi hann svara uppá:

Eg skal ikki gloyma at spyrja teg, um tú eisini hevur verið til avhoyring hjá kriminalpolitinum, í samband við Vinnuframagrunnin?

Svarið frá Magna Arge
Men soleiðis svarar Magni Arge undir einum øllum spurningunum, eisini teimum, hann rennir undan og ikki vil svara uppá:

Viðurskifti hjá Atlantsflog kanst tú lesa um í frágreiðingum og roknskapum, sum eru kunngjørd árliga til 2007, og síðan tá eru frágreiðingar og roknskapir kunngjørd hvønn ársfjórðing, til felagið varð strikað á partabrævamarknaðinum í 2014.

Eisini eru roknskapur og ársfrágreiðing fyri 2014 kunngjørd herfyri, sum vísir, at felagið framhaldandi hevur tað gott og leverar góð úrslit. Tað gleðir meg almikið, at felagið hevur tað gott. Minnist meg rætt, høvdu vit avlop 18 av 19 roknskaparárum, men tað sært tú sjálvur, um tú leitar ársroknskapirnar fram.

Seinastu sjey árini eg var hjá Atlantic leveraði leiðslan saman við nevndini 26 frágreiðingar, eina hvønn ársfjórðing. Var ofta harmur um, at ongin spurdi um innihaldið, tí vit gjørdu okkum stóran ómak.

Men nú er tann tíðin farin, har eg hevði heimild og skyldu at svara fyri Atlantic Airways.

Vinnuframagrunnin kann tú spyrja Suna á Dalbø og Regin Dalsgaard um. Teir eru nærri tí málinum enn eg, var salutturin hjá manninum, sum nú skal á Fólkating, sum eykamaður fyri Tjóðveldi.