Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magháttlig útmelding um kappingaravlagan

Viðmerking til innslagið í Degi & Viku í kvøld, har Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kunngerð, at tað skal verða frítt at velja pensjónsfelag.

Tá sjónvarpið seint seinnapartin ringdi til mín um eina viðmerking til tíðindainnslag, sum skuldi verða í Degi & Viku, valdi eg at takka nei til møguleikan, tí vanligt er, at so leingi sáttmálasamráðingarnar eru, hava vit ikki viðmerkingar til krøvini hjá okkum sjálvum ella krøvini hjá mótpartinum.

Men í hesum føri fari eg at gera eitt undantak.

Tá forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, alment kunngerð, at tey eru ímóti, at starvsfólk skulu tvingast til at vera í einum ávísum pensjónsfelag, so kann hetta ikki standa óátalað og ósvarað.

Og sjálvandi er stjórin í einum av pensjónsfelagnum, sum er kappingarneyti hjá okkara felag, LÍV, klárur til eina samrøðu, sum gevur honum møguleikan til at skapa meira órógv enn neyðugt.

Í innslagnum verður sagt, at sambært keldum, so er fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið talan um eitt principielt mál, tí at talan er um kappingaravlag, um LÌV fær framíhjárætt.

Nú veit eg ikki hvat Kommunala Arbeiðsgevarafelagð og hetta pensjónsfelag hava av felags áhuga, men tey vita fullvæl hvussu kappingarlógin er á júst hesum øki.

Fyri at nakað kann verða kappingaravlagandi má tað koma undir kappingarlógina, og tað ger tað ikki, tí sum kunnugt sigur § 3 í kappingarlógini, at lógin ikki er galdandi fyri lønar- og arbeiðsviðurskifti. 

Arbeiðsmarknaðurin skipar seg í frælsum samráðinum, og ger m.a. avtalur um pensjónsviðurskifti, sum geva flestu fyrimunirnar. Soleiðis er tað í Starvsmannafelagnum og soleiðis gera nógv feløg á danska arbeiðsmarknaðinum eisini, og er hetta ikki í stríð við kappingarlógina, sum hevur eitt tilsvarandi undantak sum okkara lóg.

Hettar veit Kommunala Arbeiðsgevarafelagið eisini, tí tey hava nevnliga ómaka sær at kannað málið hjá Kappingarráðanum, sum hevur vent tumlinum niður, sum skilst, við tilvísing til nevnda undantak. Kanska Kringvarpið eisini ómakar sær at spyrja  Kappingarráðið um rætta samanhangin.

At Kommunala Arbeiðsgevarafelag er við til at ger hetta til eina toppsøgu í prime time í Degi & Viku mitt undir sáttmálasamráðingunum, virkar sum um at tey síggja trøll á alljósum degi.

Her er einki nýtt undir sólini. Í  sáttmálanum millum feløgini stendur, at eftirlønar- og samlagstryggingargjøld verða flutt í skipan (tryggingarfelag), ið er góðkent av báðum pørtum. Starvsmannafelagið hevur ongantíð góðkent annað felag enn tað, vit hava avtalu við, nemliga LÍV. Ongar ætlanir eru heldur um at broyta hetta, ikki so leingi vit hava eina nøktandi avtalu, og tað hava vit sum er.

At siga, at tað at vit fáa staðfest í sáttmálanum, at tað er í Tryggingarfelagnum LÍV vit hava okkara eftirlønar- og samlagstryggingar er kappingaravlagandi, er at tala móti betri vitan, um hettar er ákoðanin hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Við allari respekt fyri kapping

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið