Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mælir samgongan okkum til beinleiðis lógarbrot?

Eitt margháttligt orðaskifti fór fram á løgtingi í farnu viku, tá kjakað varð um tørv á bústøðum, verkstaðarplássum og virkishúsum til fólk við serligum tørvi í høvuðsstaðnum. M.a. varð nevnt, at í høvuðsstaðnum er ongin bústaður útvegaður til fólk við serligum tørvi síðan Eirargarð fyrst í áttatiárunum, og at ungfólk úr høvuðsstaðnum mugu sendast til stovnstilboð úti á bygd, tí onki tilboð er í Havn.

Í kjakinum viðgekk landsstýriskvinnan Annika Olsen, at samgongan hevur tikið útjaðaran framum høvuðsstaðin, tá tað snýr seg um at byggja íbúðir til fólk við serligum tørvi. Hon ásannaði, at tørvurin er stórur í Havn, men at samgongan hevur lagt dent á at byggja kring landið. Í hesum sambandi nevndi hon, at summastaðni kring landið hava kommunurnar gingið undan at útvega bústaðir til fólk við serligum tørvi, og heitti samstundis á Tórshavnar kommunu, um at verða meira virkin á hesum øki.

Umboð fyri Sambandsflokkin eftirlýsti eisini ábyrgd frá Tórshavnar kommunu í hesum sambandi. Hetta varð staðfest av umboðum fyri aðrar flokkar eisini.

Kynisk raðfesting

Vit halda ikki, at málið er so einfalt, at Havnin bara er ”gloymd”. Tí sum Annika Olsen so bersøgin sigur, so hevur mann landspolitiskt kalt og kyniskt raðfest uttan um Havnina. Tað er als ikki at ”gloyma”, men tað er at síggja heilt burtur frá tørvinum í Havnini, bert við teirri grundgeving, at tað er meira politiskt opportunt í mun til tey lokaløki, útjaðarapolitikkararnir umboða.

Og teir hava meiriluta í tinginum. Talan hevur tí ikki verið um atlit til tørvin hjá brúkarum, men um spjaðing av íløgum til útjaðaran, sum hevur minni tørv á bústovnum, men sum skal kyrrast við byggiarbeiðsplássum.

Tað verður enntá staðfest av tingsins røðarapalli, at so illa er raðfest, at ungdómar úr høvuðsstaðnum nú verða sendir út á bygd at búgva. Vit eru sostatt ikki komin stórt longri, enn tá vit sendu tey av landinum, burtur úr eygsjón. Nú er tað bara heilt burtur úr Havnini.

Landsmál

Fleiri av tingfólkunum tóktust als ikki skilja, at tá talan er um slíkar bústovnar, so er talan um eitt reint landspolitiskt ábyrgdarøki. Á sama hátt er enn við eldraøkinum, har kommunur tó fyri skomm skyld eru komnar landinum til hjálpar við at byggja bústovnar. Men so hevur ikki verið – enn – við teim ymsu brúkarunum við serligum tørvi. Men tað er kanska ta leið, ið landið nú ætlar, fyri at sleppa undan enn eini ábyrgd.

Tað verður í viðgerðini á merkiligan hátt insinuerað, bæði av Anniku Olsen og Edvu Jacobsen, at Tórshavnar kommuna skal taka størri ábyrgd á hesum øki, at Tórshavnar kommuna skal ganga á odda, eins og bygdakommunurnar hava gjørt. Hetta er ikki smávegis frekleiki. Kommunan kann sjálvandi vegna sínar borgarar leggja trýst á landsmyndugleikarnar, tá tørvur er á onkrum. Men tá hesir landsmyndugleikar púra opið kortini raðfesta útjaðaran framum, hvat nyttar so tað?

Tá hesir landspolitikkarar tosa um at taka ábyrgd, man tað so hava nakað við at gera, at mann vil gera byggikostnaðin bíligari?

Ólóglig tilboð

Annika Olsen hevur longu roynt at fáa byggikostnaðin niður. Hon hevur spurt beinleiðis, hví Tórshavnar kommuna ikki eins og aðrar kommunur kann lata Almannamálaráðnum grundstykki til stovnar at kalla ókeypis.

Øll hava sæð og hoyrt, og tað er skjalfest bæði í skrift, talu og í sjónvarpi, hvussu løgtingslimir, sum samstundis eru borgarstjórar, á løgtingsins høga tingpalli hava reypað av og givið beinleiðis tilboð um, at tey kunnu lata landinum kostnaðarfrítt grundstykki, planerað og byggiklárt, púra ókeypis.

Men tá Annika Olsen, nú landsstýriskvinna í kommunumálum, fær tað ábyrgdarfulla svarið frá Tórshavnar kommunu, at tað kann kommunan ikki, tí tað er ólógligt í mun til kommunustýrislógina og kunngerð um alment útboð av kommunalari fastogn, so verður bara svarað – “Á, er tað tí?”

Tað er tí og bara tí! Tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu skjótt kommunala eftirlitið hevði verið á Vaglinum við lógini í hondini og biðið um frágreiðingar, hóttandi við dagbótum, tí bygdakommuna, kringvarpið ella lokalblað norðanfjørðs hevði klagað um ólógliga grundøkissølu.

Tað er heilt ófatiligt, at eitt kjak á so lágum støði kann fara fram á løgtingi, eins og tað er líka ófatiligt, at ting- og landsstýrisfólk hava so lítið innlit í tær lógir, tey sjálvi umsita, umframt avleiðingarnar av sínum egna vanstýri. Og enn einaferð standi eg púra spyrjandi – eigur Havnin framvegis ongan góðan á løgtingi?

Heðin Mortensen

borgarstjóri